Landssjúkrahúsið

Viðgerð fyri barnloysi

Til ber at fáa viðgerð fyri barnloysi, sonevnda fertilitetsviðgerð. Fyri at koma í viðgerð fyri barnloysi, skal tú venda tær til tín kommunulækna.

Áðrenn tú setur teg í samband við kommunulæknin, skalt tú tryggja tær, at tú lýkur treytirnar fyri at fáa viðgerð. Sí leiðreglur fyri fertilitetsviðgerð niðanfyri. 
 
Um tú lýkur treytirnar, kann kommunulæknin ávísa teg til gynækologisku deild á Landssjúkrahúsinum. 
 
Verður tú av Landssjúkrahúsinum ávíst til fertilitetsviðgerð, verður viðgerðin veitt í Danmark.

Tal á børnum 

Landið fíggjar upp til tvey felags børn fyri barnleys pør, sum liva saman í hjúnarbandi ella líknandi parlagi. 
 
Børn, sum annar parturin hevur foreldramyndugleikan yvir, telja við í tí sambandi. 
 
Tað vil siga, at um annar parturin áður hevur foreldramyndugleikan yvir einum ella fleiri børnum, tað veri seg barn ella børn í øllum aldri, kann parinum bert verða bjóðað viðgerð fyri eitt felags barn við almennari fígging.

Leiðreglur fyri fertilitetsviðgerð 

Treytirnar fyri at veita fertilitetsviðgerð við barnloysi, har tað almenna kann bera kostnaðin eru hesar:

  1. Parið er í einum støðugum parlagi við felags bústaði (eisini á Fólkayvirlitinum) í minsta lagið í 2 ár.
  2. Parið skal hava havt minst eitt ára óviljað barnloysi uttan graviditet í tí árinum áðrenn ávísing til Landssjúkrahúsið.
  3. Øll pør skulu til samrøðu áðrenn útgreinan. 
  4. Hvørgin av pørtunum í parinum kann vera steriliseraður. 
  5. BMI hjá kvinnuni skal vera yvir 18 og undir 35. 
  6. Parið skal gjøgnum vanliga útgreinan fyri barnloysi. 
  7. Heilsa og/ella lív hjá kvinnuni skal ikki setast í vanda av viðgerð, viðgongu ella barnsburði.
  8. Um parið ongi børn hevur, kann hjálp veitast til tvey børn. Um børn eru í parlagnum, sum annar parturin eigur, men onki felags barn (biologisk ella ættleitt), kann hjálp veitast til eitt felags barn.
  9. Kvinnan skal vera fylt 25 ár og vera yngri enn 40 ár við byrjanina av hvørjum viðgerðarumfari.  Hetta er eisini galdandi við 2. ella 3. viðgerðarumfar. Viðgerðarumfarið byrjar, tá kvinnan byrjar at taka heilivágin. Aldursmarkið er galdandi fyri øll sløg av viðgerð, sostatt eisini við egg- og sáðdonatión.
  10. Maðurin skal vera fyltur 25 ár og vera yngri enn 55 ár.
  11. Barnloysisútgreinanin skal ikki vísa á nakrar læknaligar, sálarligar og/ella sosialar kontraindikatiónir móti viðgongutíð ella foreldraleikluti (s.s. misnýtsla, tung sálarsjúka ella mental retardering). 
  12. Harumframt skal ongin av pørtunum hava fingið frátikið foreldramyndugleikan yvir barni áður. 

Nærri kunning um viðgerð

Samband

Deild

Gynækologisk ambulatorium
J. C. Svabosgøta 41-49
FO-100 Tórshavn

Vitjanartíð

10.30 - 12.30

Leiðandi starvsfólk

Diana Reynstind , yvirlækni

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini ella kann takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós