Farspor (Cookies)
Sjúkrahúsverkið ynskir at tryggja, at viðgerðin av farsporum er í samsvari við reglurnar í dátuverndarlógini.
Heimasíðan hjá Sjúkrahúsverkinum savnar ikki kennifílur. Tó verða persónsupplýsingar viðgjørdar, tá tit melda tykkum til at fáa tíðindabrøv og skriva til okkum gjøgnum rís og rós. Les meira um hetta niðanfyri.
Í sambandi við tíðindabrøv
Sjúkrahúsverkið sendir tíðindabrøv til tey, ið melda seg til. Fyri at Sjúkrahúsverkið kann senda tær tíðindabrøv, er neyðugt at skráseta tína teldupostadressu. Teldupostadressan verður ikki brúkt til annað, enn at senda tær tíðindabrøv.
Tá tú meldar teg til at móttaka tíðindabrøv frá Sjúkrahúsverkinum, samtykkir tú samstundis, at Sjúkrahúsverkið kann viðgera persónupplýsingar um teg. Teldupostadressan hjá tær verður goymd hjá Brevo, sum veitir skipanina til at senda tíðindabrøv við. Brevo er ein undirdátuviðgeri hjá Sansum, sum er dátuviðgeri hjá Sjúkrahúsverkinum. Teldupostadressan hjá tær verður ikki deild við onnur.
Tú kann melda teg frá at fáa tíðindabrøv, við at trýsta á leinkjuna “Melda frá her” niðast í teldupostinum við kunningini ella við at venda tær til Sjúkrahúsverkið. Tá tú meldar teg frá, verður teldupostadressan strikað.
Heimildin hjá Sjúkrahúsverkinum, at viðgera persónupplýsingar um teg í sambandi við tíðindabrøv, verður gjørt sambært § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini. Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykkið aftur og melda teg frá at móttaka tíðindabrøv. Afturtøka av samtykki ávirkar ikki lóggildið av viðgerð, sum fór fram áðrenn samtykkið bleiv tikið aftur.
Í sambandi við rís og rós
Tá ið tú sendir Sjúkrahúsverkinum viðmerking gjøgnum rís og rós, verða persónsupplýsingar, sum navn, telefonnummar og teldupostadressa savnaðar.
Heimildin hjá Sjúkrahúsverkinum at viðgera persónupplýsingar um teg í sambandi við rís og rós, verður gjørt sambært § 8, stk. 1, nr. 1 í dátuverndarlógini. Tú hevur til eina og hvørja tíð rætt til at taka samtykkið aftur. Afturtøka av samtykki ávirkar ikki lóggildið av viðgerð, sum fór fram áðrenn samtykkið bleiv tikið aftur.