Leiðbeining

Leiðbeiningin tekur sær av at leiðbeina sjúklingum, avvarðandi og starvsfólkum. Eisini umsitir leiðbeiningin alt telefonsamskiftið inn á sjúkrahúsini, umstilling til allar deildir, umsitir post og brøv, ið skal út og inn í húsinum, umframt aðrar uppgávur.

Landssjúkrahúsið

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Klaksvíkar Sjúkrahús

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Leiðbeiningin er opin gerandisdagar frá kl: 08:00 til 16:00. Telefonin svarar tó alt døgnið.

Telefon: 45 45 45

Teldupostur: vekslari@ks.fo

Suðuroyar Sjúkrahús

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingaskrivstovan er eisini staðsett í leiðbeiningini. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós