21 Rannsóknarstovananalysa 18

Bioanalytikari til Diagnostiska depilin, Landssjúkrahúsið - fast starv

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir bioanalytikara til Rannsóknarstovuna frá 1. april 2025, ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv á 40 tímar um vikuna við vaktskyldu.

Bioanalytikari við royndum innan patologi (Histologi) kunnu hava fyrimun.

Sjúkrahúsið og deildin

Á Landssjúkrahúsinum arbeiða umleið 1100 starvsfólk, harav umleið 35 eru staðsett á Rannsóknarstovuni.

Rannsóknarstovan umfatar fleiri rannsóknarstovuserøki/umráði, harav er biokemi er størst, og ger umleið 1,1 mió. analysur árliga. 

Rannsóknarstovan tekur blóðroyndir og EKG á innløgdum og ambulantum sjúklingum, sum verða ávístir frá sjúkrahús- og kommunulæknum. Deildin samstarvar rannsóknarstovur innan- og uttanlands.

Arbeiðsuppgávur
Bioanalytikari uttan royndir í histologi:

Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitum innan biokemi, immunologi og blóðbanka, har blóðroyndartøka og EKG inngongur sum dagligur partur av arbeiðinum. Tú ert við í vaktartoyminum, sum hevur vaktir á deildini og tilkallivakt frá heiminum.

Bioanalytikari við royndum innan histologi:

Tínar arbeiðsuppgávur verða í høvuðsheitum innan patologiska økið, herundir móttøka og sending av prøvum, útskering, innstoyping, liting og immunliting av prøvum, umframt blóðroyndartøka og EKG á innløgdum og ambulantum sjúklingum. 

Um teg
Tú hevur áhuga í at arbeiða sum bioanalytikari, og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, til ein góðan trivnað á deildini.

Rannsóknarstovan umfatar:

  • Biokemi
  • Immunulogi og blóðbanka
  • Mikrobiologi
  • Patologi
  • Nuclearmedisin
  • Neurofysiologi

Krøv til umsøkjarar:

  • Bioanalytikaraútbúgving (danska autorisatión)
  • Góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
  • Miðlan av vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt starv
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna við vaktskyldu (vakt á deildini og tilkall úr heiminum).

Umsóknarfreistin er 15. mars 2025

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við Birita K. Samuelsen, Funktiónsleiðara, á tlf. 304500, lokal 5601, t-post: birje@ls.fo

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós