Gisting
Gestalonin á Landsjúkrahúsinum
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin hjá Landssjúkrahúsinum er í 1. og 2. hædd á Eirargarði 4.
Á 1. hædd er ein íbúð, tvey dupultkømur við dupultsong og seks einkult kømur við dupultsong. Á hvørjum kamari eru song, sjónvarp, borð og stólar. Í gongini eru 3 felags baðirúm, køkur og felags stova, umframt goymslurúm.
Á 2. hædd er ein íbúð, eitt dupultkamar við dupultsong og 8 einkult kømur við einari song.
Íbúðirnar eru serliga ætlaðar til barnakonum, sum skulu gista í longri tíðarskeið.
Innivist
Barnakonur og sjúklingar, ið ikki nýtast at verða innløgd ella avvarðandi, sum ynskja at verða nærhendis sjúkrahúsinum, kunnu fáa kamar ella íbúð í Gestalonini, við at siga viðkomandi deild frá.
Starvsfólkabygningurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Starvsfólkabygningurin, ið hoyrir til Klaksvíkar Sjúkrahús, hevur íbúðir og kømur til starvsfólk, ið eru á vakt, og til lesandi.
Skemman á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Til Suðuroyar Sjúkrahús hoyrir ein starvsfólkabygningur, ið verður nevndur Skemman.
Bygningurin er í trimum hæddum. Bygningurin er frá 1950 og er nútíðargjørdur 2012.
Íbúðirnar eru á miðhæddini og ovastu hædd. Á hvørjari hædd eru 6 íbúðir, ið eru útgjørdar við køki, baðirúmi, telefon og sjónvarpi. Íbúðirnar eru hóskandi til í mesta lagi tvey vaksin fólk. Lyfta er ikki í bygninginum.
Felags vaskirúm við vaskimaskinu, turkitrumlu og strúkijarni, er á niðastu hædd.