10 ráð til sjúklingar
Ver virkin í avgerðini við trygd og dygd í huga
Í sambandi við viðgerð í sjúkrahúsverkinum er umráðandi at sjúklingar
eru virknir í egnari sjúklingatrygd og –dygd.
Her eru 10 ráð, sum eru verd at geva gætur í sambandi við viðgerð í sjúkrahúsverkinum.
Ráðini eru gjørd við fyrimynd og íblástri frá líknandi átøkum í Noregi, Íslandi og hjá WHO.
1. Tryggja tín samleika
Upplýs fult navn og p-tal. Ver vísur í, at viðgerðin er ætlað tær.
Tryggja tær, at tín samleiki verður staðfestur, tá royndir verða tiknar,
kanningar gjørdar og heilivágur givin.
Kanna um møguligt sjúklingaarmband hevur rætt navn og p-tal.
Um tú skalt skurðviðgerast, bið læknan tekna á teg við sprittpenni
(tá tað er viðkomandi).
2. Greið frá um teg sjálvan
Um hvørji sløg av heilivági, tú nýtir.
Um møguliga alternativa viðgerð og náttúruheilivág hjá tær.
Um, hvat tú annars gert fyri at betra um heilsuna.
Um mat og annað, ið tú ikki tolir og um serligan kost.
Um tú ert við barn.
3. Spyr til tú skilir
Spyr, tá tú ert stúrin ella hugsar um okkurt ávíst.
Spyr, tá tú ivast, um tú hevur skilt heilsustarvsfólkið.
Skriva spurningarnir niður, ið tú ynskir at seta og svarini, tú fært.
4. Kanna tín heilivág
Er tað tín heilivágur?
Er nøgdin tann rætta?
Hví skalt tú taka hann?
Hvussu leingi skalt tú taka hann?
Á hvønn hátt virkar heilivágurin?
Hvussu ávirkast heilivágurin av mati og drekka?
5. Avvarðandi kunnu hjálpa tær
At vera við til viðtalur, um tú ynskir tað.
At skilja boð og minnast staklutir.
At tosa tína søk, tá tú sjálvur ikki orkar.
At skriva spurningarnar niður, ið tú ynskir at seta og svarini, tú fær.
6. Kunna teg um, hvat bagir tær
Kunna teg um diagnosuna/sjúkuna.
Spyr nærri um kanningar og viðgerðir.
7. Sig frá, um tú hevur pínu ella ikki følir teg væl
Sig frá umaftur, um tað er neyðugt.
Sig frá, hóast tað ikki tykist vera knýtt at sjúkuni.
8. Minka um smittuvandan við at vaska og spritta hendur
Fyri máltíðir.
Eftir, at tú hevur verið á vesi og bið um vátserviettar at turka tær um
hendurnar við, um tú ert seingjarlagstur.
9. Spyr um framhaldandi viðgerð
Hvar verður framhaldandi viðgerðin givin og av hvørjum?
Kann pína ella tregi (óbehag) væntast av viðgerðini?
Skalt tú broyta kostvanar?
Skalt tú binda frið ella halda teg frá ávísum virksemi?
10. Um tú fært tørv á bráðfeingis heilsuhjálp
Kanna hvønn tú skalt seta teg í samband við, og hvussu tú gert tað.
Kanna hvørjar upplýsingar, tey fara at spyrja um.