Deildarleiðari til demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum
Vit leita eftir einum framsýntum, nýhugsandi og dugnaligum deildarleiðara til okkara Demensklinikk.
Hevur tú hug at leiða, og kundi tú hugsa tær at verið við til at menna eitt økið, sum verður meira umfatandi komandi árini, har vit áhaldandi skulu veita fólki við demensi og teirra avvarðandi eina dygdargóða tænastu, so er hetta nokk eitt starv fyri teg.
Leiðari okkara, sum hevur verið við allan vegin, síðani demensklinikkin varð sett á stovn, fer nú frá fyri aldur, og okkum tørvar eitt dugnaligt fólk at leiða demensklinikkina inn í framtíðina.
Rollan sum deildarleiðari
Sum deildarleiðari ert tú leiðari hjá teimum starvsfólkunum, sum vísa til tín, og í hesum leiklutinum skalt tú hava eyguni fyri førleikamenning, fakligari sparring og eitt gott yvirlit fyri menning av sjúklingagongdum og nýhugsan av ábyrgdarøkjum.
Tú fært ábyrgdina av uppgávunum hjá klinikkini í mun til menning, gransking, undirvísing og útbúgving, og tú skalt ganga á odda í betranartilgongdini og at snikka sjúkrarøktina til tørvin hjá tí einstaka.
Á demensklinikkini starvast sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar, sum hava uppgávuna sum landsdemenssamskiparar. Harumframt eru læknar og sálarfrøðingur knýtt at demensklinikkini. Vitanareindin fyri demens er staðsett á Demensklinikkini og har arbeiða øll starvsfólkini við at leita og deila nýggjastu vitan.
Tú skalt hava innlit í yvirskipaðu strategiina hjá Sjúkrahúsverkinum og Psykiatriska deplinum og viðvirka til, at hetta verður umsett til handling og dygd í mun til sjúklingarnar. Tú skalt verða lyklapersónur í mun til aðrar deildir á deplinum í Sjúkrahúsverkinum og samstarvsfelagar uttan fyri sjúkrahúsverkið fyri at tryggja samanhangandi og góða sjúklingagongd.
Menningin av demensøkinum er lýst í ætlanini um demensvinarliga samfelagið, og arbeitt verður eftir tí leisti, sum har er lagdur.
Tú fær sjúkrarøktarfakligu ábyrgdina fyri Demensklinikkini, og skal tryggja at sjúkrarøktarfakliga menningin og dygdin livir upp til okkara mál og strategiir.
Tú skalt saman við hinum leiðarunum á deplinum tryggja ein gróðrarbotn fyri rekruttering og tilknýtan av starvsfólkum. Okkara starvsfólk eru grundarlagi fyri, at vit kunnu veita fólki ta hjálp teimum tørva, og tað skal vera gott at arbeiða á Psykiatriska deplinum.
Vit vóna at finna teg, sum er ein fakligur og virðisligur viti innan fyri okkara spennandi og kompleksa fakøki, sum byggir tína leiðslu á luttøku, álit, virðing og fakligheit.
Tú skilir týdningin av tvørfakligum samstarvi, kann sparra við tíni starvsfólk og veit, at tað at taka starvsfólkini við og geva teimum ábyrgd skapar eitt gott arbeiðsumvhørvi sum gevur rmeining og nøgd starvsfólk, har øll uppliva, at tey eru partur av nøkrum størri.
Rollan á Psykiatriska deplinum
Sum deildarleiðari á demensklinikkini ert tú partur av leiðslutoyminum á Psykiatriska deplinum, har møguleikar eru fyri leiðsluliga sparring á okkara skipaðu fundum og tiltøkum eins og í dagligum samstarvi.
Psykiatriski depilin arbeiðir áhaldandi við menning av okkara tænastum, og kemur tú at mynda ein part av tí viðgerðarliga tilboði vit hava til okkara borgarar.
Royndir og førleikar
- Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur áhuga ella royndir við leiðslu
- Tú kanst samstarva og kunna skapa felags mál, sum geva meining og motivera øll
- Tú megnar at arbeiða skipað og málrættað
- Tú byggir tína leiðslu á virðir okkara, árræði, flog og stev.
- Tú megnar at hava yvirliti, hugsar strategiskt og kanst eisini arbeiða við fíggjarstýring
Løn og setanarsviðurskifti
Løn eftir sáttmála millum Fìggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Vit vilja helst hava, at tú kanst byrja í starvinum 1. mai 2025 ella skjótast møguligt.
Um tú vilt vita meira
So ert tú vælkomin at seta teg í samband við depilsleiðara Eydnu Iversen Lindenskov lseydlis@ls.fo ella á tlf 304500 lokal 4102.
Umsóknarfreistin er 25. mars 2025
Vinaliga søk starvið her
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.