1599255328 Image

Klaksvíkar Sjúkrahús

Klaksvíkar Sjúkrahús er eitt av trimum sjúkrahúsum í Sjúkrhúsverkinum. Á sjúkrahúsinum stavast umleið 160 fólk.

Sjúkrahúsið er altíð opið fyri sjúklingum við akuttum sjúkum og skaðum, og skaðastovan er opin alt døgnið. 

Umframt tveir settar skurðlæknar, ein medisinara og hjálparlæknar, vitja fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum, hesir taka sær av trupulleikum innan akslar, hendur, knø, mjadnar og urologi. 

Sjúkrahúsið veitir kanningar og viðgerðir innanfyri ortopædi, almenkirurgi, urologi, akslakirurgi, hondkirurgi, knækirurgi, kikarakanningar og nýrasteinsknúsing.

Á sjúkrahúsinum er ein blandað seingjardeild og landsfevnandi svøvnkøvudeild.

Røntgendeildin á sjúkrahúsinum tekur røntgenmyndir og fæst eisini við nýrasteinsknúsing,

Á Rannsóknarstovuni verða blóðroyndir, tiknar og analyseraðar umframt at Rannsóknarstovan umsitur beinbanka og tappar blóðgevar.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er eisini stór giktadeild, ið tekur sær av venjing, endurvenjing og skeiðum av ymsum slagi, eitt nú venjing fyri sklerosusjúklingar og venjing fyri børn við serligum avbjóðingum. 

Klaksvíkar Sjúkrahús lat alment upp í 1898 og er sostatt blivið 125 ár. Hølini eru bygd um og út í fleiri umførum, og virksemið er gjøgnum árini víðkað og broytt. 

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós