Endurlýsing: Anæstesisjúkrarøktarfrøðingur til summarstarv á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Søkt verður eftir frítíðaravloysara at arbeiða í tíðarskeiðnum 01.06.2025 til og við 31.08.2025.
Setanir yvir styttri tíðarskeið hava eisini áhuga. Arbeiðið umfatar dagarbeiði og tilkallivakt frá heimi.
Førleikakrøv:
prógv og góðkenning sum anæstesisjúkrarøktarfrøðingur og kliniskar royndir
góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
telduførleika.
Vit bjóða:
góða innleiðslu
ein áhugaverdan og skiftandi arbeiðsdag saman við góðum starvsfelagum
eitt starv við fjølbroyttum avbjóðingum.
Starvið sum anæstesisjúkrarøktarfrøðingur fevnir í høvuðsheitum um at doyva sjúklingar til skurðviðgerðir innan sergreinarnar ortopædi, almen kirurgi, urologi. Anæstesisjúkrarøktarfrøðingurin arbeiðir í tøttum samstarvi við anæstesilækna.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigbjørg Hansen, deildarleiðara á anæstesideildini, á teldupost: sighn@ks.fo.
Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo.
Umsóknarfreistin er 06.03.2025.
Á heimasíðu okkara, www.sjukrahus.fo, kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál. Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.