Ls Bygningur 1

Mennari og samskipari til Vitanareindina á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum

Vit sóknast eftir einum virkisfýsnum samskipara og mennara, sum í samstarvi við nærmasta leiðara áhaldandi skal menna førleikar okkara á demensøkinum og arbeiða fyri, at fólk við demensi og teirra avvarðandi kring alt landi fáa gagn av hesum førleikum og tí vitan, vit hava um demens.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum er staðsett á Demensklinikkini á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum. 

Starvsbyrjan er 1. apríl 2025 ella eftir nærri avtalu.

Brennir tú fyri demensøkinum, so er hetta nokk eitt spennandi arbeiði fyri teg.

Starvskarmar- og innihald

Demensklinikkin hevur uppgávuøkini Demensútgreinan, Landsdemenssamskipan og Vitanareind. Hetta starvið er til at halda fram við uppbyggjanini av Vitanareindini í tráð við verandi Demensætlanini. 

Málið er at tryggja ein samanhangandi innsats til fólk við demensi, har Landsdemenssamskipanin og Vitanareindin eru millumlið og skapa heildartænastur millum sektorar, veita stuðul og ráðgeving, skipa fyri demensvinarligum átøkum, verða ígongsetari saman við demensklinikkini, kommununum og almannverkinum v.m. 

Tann vit leita eftir skal hava eina heilsufakliga útbúgving, royndir innan fyri demensøkið og helst hava demenssamskiparaútbúgving. Her eru nógvar uppgávur at taka fatur í og fáa styrkt vitanina um demens í Føroyum - fram móti tí demensvinarliga samfelagnum.

Nærmasti leiðari hjá tær er okkara leiðari á demensklinikkini, og tú kemur at starvast saman við okkara dugnaligu landsdemenssamskiparunum, har tú eisini verður við til at mynda kunningartilboðið hjá klinikkini. 

Lønar- og setanarviðurskifti

Eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. 

Nærri fæst at vita um størvini við at ringja á tlf. 304500 til Marjun Restorff, deildarleiðara á demensklinikkini, lokal 4464, lsmaire@ls.fo

Umsóknarfreist er 15. mars 2025

Vinaliga søk starvið her

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós