Sjúklingafeløg
Sjúklingafeløg røkja áhugamálini hjá sjúkuraktum og avvarðandi teirra. Her er eitt yvirlit yvir føroysku sjúklingafeløgini.
ADHD Felagið
Endamál felagsins er:
- At virka til gagns fyri fólk við ADHD
- At geva foreldrum, avvarðandi og persónum við ADHD møguleika at koma í samband við líkastillað.
- At varpa ljós á ADHD.
- At virka fyri optimalum møguleikum fyri fólk við ADHD
- At fremja samarbeiði millum foreldur, avvarðandi, stovnar, læknar, skúlar, arbeiðspláss og onnur, ið hava við fólk við ADHD at gera.
- At fylgja við gransking og viðgerð.
- At luttaka í samarbeiði í norðurlendskum høpi.
- At virka fyri, at tilboð verða til fólk við ADHD og teirra avvarðandi.
Les meira á www.adhd.fo.
Alzheimerfelagið
Endamál felagsins er at:
- Stuðla og hjálpa demenssjúkum og avvarðandi teirra
- Upplýsa og kunna um demenssjúkur yvirhøvur
- Upplýsa og samstarva við lands- og kommunalpolitikarar, aðrar myndugleikar og feløg
- Stuðla gransking og menning innan hesar sjúkur
- Verja rættartrygdina hjá teimum sjúku
- Vera við í altjóða samstarvi
Les meira á Alzheimerfelagið
Autismufelagið
Autismufelagið er áhugafelagið hjá teimum, sum hava autismu, ella á einhvønn hátt varða av fólki, ið bera brekið autismu.
Les meira á www.autisma.fo.
Colitis-Crohn Føroyar
Colitis-Crohn felagið arbeiðir m.a. fyri at upplýsa og betra um umstøðurnar hjá sjúkum, at stuðla gransking og at luttaka í norðurlendskum- og altjóða samstarvi.
Les meira á www.ccf.fo.
CP Føroyar - Cerebral paresa
CP Føroyar ynskir at vera upplýsandi og stuðlandi viðvíkjandi CP, bæði fyri einstaklingin við CP, teirra familju og fakfólkini kring tey. Umframt hetta, ynskir felagið at hava ein aktivan og jaligan leiklut í almenna kunnleikanum um og fatanini av CP í Føroyum.
Les meira á www.cp.fo.
Cøliakifelag Føroya
Felagið hevur sum endamál at veita upplýsing, ráðgeving og undirvísing um Cøliaki og at stuðla vísindaligum kanningum.
Les meira á coliaki.fo.
Deyvafelag Føroya
Endamálið við felagnum er at fremja áhugamálini hjá deyvum á øllum økjum, fyri og eftir skúlaaldur.
Les meira á www.deaf.fo
Diabetesfelag Føroya
Felagið hevur sum endamál at virka fyri og stuðla áhugamálum teirra sukursjúku í Føroyum, og veita upplýsing, ráðgeving og undirvísing um sukursjúku og kor teirra sukursjúku.
Les meira á www.diabetes.fo
Epilepsifelag Føroya
Felagið hevur sum endamál at stuðla epileptikarum og betra umstøðurnar hjá teimum og teirra avvarðandi, umframt at veita upplýsing um epilepsi.
Les meira á epilepsi.fo.
Føroya Astma/Allergifelag
Endamálið við felagnum er at upplýsa og virka fyri støðugari betran av viðgerðarmøguleikum hjá teimum, ið hava astma/allergi og at fremja samstarv millum øll, ið hava við hesar sjúklingar at gera.
Bústaður felagsins er:
Íslandsvegur 10 C
100 Tórshavn
Tel. 51 23 78
bozena@kallnet.fo
Føroya Blindafelag
Felagið hevur sum endamál millum annað at virka fyri blindaútbúgving bæði handaliga og andaliga og at dríva upplýsandi virki í samfelagnum.
Bústaður felagsins er:
Íslandsvegur 10 C
100 Tórshavn
Tel. 21 99 08
ruth.thomsen@blind.dk
Føroya Psoriasisfelag
Endamál felagsins er at veita upplýsingar og ráðgeving um psoriasis og at arbeiða fyri betri viðgerðarmøguleikum.
Bústaður felagsins er:
Íslandsvegur 10 C
100 Tórshavn
Tel. 22 40 80
Teldupost: pso.fo@outlook.com
Giktafelag Føroya
Endamál felagsins er at veita upplýsing um giktasjúkur og árin av teimum, og at betra um viðgerðarmøguleikarnar.
Les meira á www.gikt.fo
Heilafelagið
Endamál felagsins er at veita upplýsing um apopleksi og afasi og at stuðla teimum raktu og avvarðandi.
Bústaður felagsins er:
Íslandsvegur 10 C
100 Tórshavn
Tel. 21 78 32
heilaf@olivant.fo
Hjartafelagið
Hjartafelagið hevur sett sær sum mál at gera sítt til at minka um títtleikan av hjartasjúku og blóðrenssjúku í Føroyum.
Lógir felagsins útgreina hetta virksemi soleiðis:
At upplýsa og leiðbeina um hjartasjúkur, og eggja til fyribyrgingar av teimum, við at stuðla og seta í verk heilsufremjandi uppalingarvirksemi.
At røkja felags áhugamál hjá hjarta – og blóðrenslsjúklingum, við at veita stuðul og seta í verk tiltøk á økjum, sum almenna heilsuverkið ikki fevnir um.
At stuðla vísundaligari gransking av sjúkum í hjarta og blóðrensli, atvoldum teirra, fyribyrging og viðgerð.
At umboða Føroyar í útlendskum felagsskapum við líkum endamáli.
Les meira á www.hjartafelag.fo.
HOYR
HOYR er eitt áhugafelag fyri fólk, ið hava niðursetta hoyrn, avvarandi og onnur áhugað í Føroyum.
Felagið varpar ljós á tær avbjóðingar, ið fólk hava, til tess at bøta um tær.
Felagið arbeiðir fyri, at umstøðurnar skulu vera so góðar sum gjørligt.
Bústaður felagsins er:
Íslandsvegur 10c
100 Tórshavn
Tel: 51 93 82
hoyr@hoyr.fo
Høgættarfelagið
Endamál felagsins er at hjálpa teimum, ið stama, og at kunna um viðgerð ímóti staming.
Bústaður felagsins er:
Heiðavegur 4
Tórshavn
Tel. 31 33 79 / 21 33 79
Javni
Endamálið hjá Javna er at virka fyri javnrættindum til øll við menningartarni í føroyska samfelagnum.
Les meira á www.javni.fo
Krabbameinsfelagið
Krabbameinsfelagið varð stovanð í januar 1979 undir navninum Føroya Felag móti Krabbameini og hevur sum endamál at stuðla krabbameinsraktum og avvarðandi teirra.
Les meira á www.krabbamein.fo
Lymfødemfelagið
Endamál felagsins er at veita stuðul til gransking av lymfodemsjúkuni og at veita upplýsing um sjúkuna.
Bústaður felagsins er:
Mammulág 8
100 Tórshavn
Tel: 31 27 58
Morbus Bechtrew
Endamál felagsins er at hjálpa teimum, ið líða av Morbus Bechterew og at breiða kunnleika um sjúkuna.
Bústaður felagsins er:
Niðaragøta 54
188 Hoyvík
Tel. 31 99 95
Nýrafelagið
Endamál felagsins er at virka fyri og stuðla áhugamálum teirra nýrasjúku, við serligum atliti til dialysusjúklingar og transplanteraði, og at veita upplýsing og ráðgeving um nýrasjúku.
Bústaður felagsins er:
Íslandsvegur 10 c
100 Tórshavn
Tel. 21 54 50
jorunh@olivant.fo
Parkinsonfelagið
Høvuðsendamálini hjá felagnum eru at upplýsa um sjúkuna, og at geva sjúklingum og teirra avvarandi høvi at koma saman til samskifti og hugna. At betra um korini hjá fólki við parkinsonsjúku. At veita stuðul til gransking. At luttaka í norðurlendskum og europeiskum samstarvi.
Les meira á www.parkinson.fo.
Sclerosefelagið
Endamál felagsins er at kunna um sjúkuna og virka fyri, at tey sclerosuraktu og avvarðandi kunnu koma saman til felags áhugamál.
Les meira á www.sclerosufelag.fo
Sinnisbati
Sinnisbati varð stovnað í 1982 við tí aðalendamáli at virka fyri betri korum, rættindum og tryggja javnbjóðis møguleikar fyri menniskju við sálarsjúku og avvarðandi teirra.
Les meira á www.sinnisbati.fo.
Stoffskiftisfelagið
Stoffskiftisfelagið vil vera við at varpa ljós á sjúkuna og viðgerðarmøguleikar fyri at betra um lívsgóðskuna hjá stoffskiftissjúklingum.
Les meira á www.stoffskifti.fo.