Caféímóttøkuni 5

Matur

Vit bjóða fleiri matmøguleikar. Sí møguleikar á ymisku sjúkrahúsunum niðanfyri.

Landssjúkrahúsið

Kaféin í forhøllini á Landssjúkrahúsinum hevur eitt breitt úrvæl av mati til keyps. Maturin kann njótast í hugnaligu umhvørvinum í forhøllini ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast mánadag til leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Kaféin hevur eina fjølbroytta salatbarr við heimabakaðum smábreyði afturvið. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin gerandisdagar frá kl. 11:30 og 16:30.

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Klaksvíkar Sjúkrahús

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:15 –10:00 og 11:30-13:00

Máltíðir
Gerandisdagar kunnu vitjandi og avvarðandi keypa heitan mat til døgurða og okkurt omaná í kantinuni á fyrstu undirhædd. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00.

Smyrjibreyð
Mánadagar og fríggjadagar fáast smyrjibreyð til keyps millum kl. 11:30 og 13:00.

Salat barr
Týsdag til hósdag fæst salat úr fjølbroyttari salat barr til keyps. Salat barrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 13:00.

Suðuroyar Sjúkrahús

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 11:30-13:00

Máltíðir
Gerandisdagar kunnu sjúklingar og avvarðandi keypa heitan mat í kantinuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00.

Smyrjibreyð
Allar gerandisdagar fáast smyrjibreyð og tvíflísir til keyps millum kl. 11:30 og 13:00.

Salat barr
Allar gerandisdagar fæst salat úr fjølbroyttari salat barr til keyps millum kl. 11:30 og 13:00.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós