15 Tænastudeild 22

Heilivágsráðið

Heilivágsráðið
Heilivágsráðið hevur ábyrgd av yvirskipaðu umsitingini av skipanini fyri serstakan sjúkrahúsheilivág.
Heilivágsráðið er mannað við einum forfólki, og fimm limum:

  1. Forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið, forfólk
  2. Varastjóri við læknaútbúgving, fyri Sjúkrahúsverkið
  3. Yvirlækni umboðandi Medisinska depilin á Landssjúkrahúsinum
  4. Landsapotekarin
  5. Farmaceutur, umboðandi Apoteksverkið
  6. Umboð fyri Heilsumálaráðið

Fráboðanir/Kunning
Heilivágsráðið frættir fegin frá serlæknum um faklig viðurskifti, sum kunnu hugsast at hava áhuga ella týdning fyri virksemi hjá Heilivágsráðnum.

Les um reglugerð um nýtslu av serstøkum sjúkrahúsheilivági her.
Les um starvsskipanina fyri Heilivágsráðið her.

Málsræði

Heilivágsráðið hevur fylgjandi uppgávur:

  1. Stýra gongdini og hava eftirlit við nýtsluni av serstøkum sjúkrahúsheilivági.
  2. Gera tilmælir til landsstýrisfólkið um raðfestingar í málum, sum verða mett at hava týðandi fíggjarligar avleiðingar fyri játtanina til serstakan sjúkrahúsheilivág.
  3. Ráðgeva landsstýrisfólkinum og áseta leiðreglur um nýtsluna av serstøkum sjúkrahúsheilivági í Sjúkrahúsverkinum. 
  4. Viðgera umbønir um broytingar í góðkendum heilivági.
  5. At útinna eftirlit við nýtsluni av serstøkum sjúkrahúsheilivági, herundir kunning til Heilsumálaráðið.
  6. Hvør hálvár letur Heiligvágsráðið Heilsumálaráðnum eina frágreiðing og meting um útreiðslugongdina á játtanini til serstakan sjúkrahúsheilivág.
  7. Seta í verk stundisliga ávaringarskipan (early warning).
Søk um at fáa heilivág góðkendan
Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós