21 Rannsóknarstovananalysa 4

Granskingarøkir

Niðan fyri nakrar av granskingarverkætlanunum, sum eru ella verða framdar her á stovninum.

  • Vit fylgja støðugt umleið 2.300 børnum/ungum, fødd frá 1986 til 2022, við kanningum av miðnervalagi, immunverjuni og búning annars.
  • Allir 9. floks næmingar hava regluliga síðan 1989, svarað spurnabløðum um teirra lívsvanar.
  • Diabetes – stívliga 3.000 fólk eru kannað fyri diabetes, bæði fyri at finna títtleikan av typu 2 diabetes, men eisini fyri at kanna, um dálkingarevni virkað sukursjúkuelvandi.
  • Parkinsonssjúka – hví er sjúkan so vanlig í Føroyum – umhvørvið, arvur ella bæði?
  • Alzheimerssjúka – hvussu vanlig er sjúkan millum føroyingar, og eru serligar grundir til hesa sjúku her heima?
  • Essentiellur Tremor í Føroyum (ristingar av ókendari orsøk) – títtleiki og umhvørvisárin
  • ALS (amyotrofisk lateral sklerosa) – hevur sjúkan arviligar orsøkir?
  • Sáðgóðska – nógvir føroyskir menn hava verið til kanningar av sáðgóðskuni til tess at greina, um lág sáðgóðska hongur saman við lívsvanum.
  • Fruktbæri – umfatandi spurnakanninger gjørd av, hvussu leingi tað gongur frá ein kvinna vil gerast við barn, til hon verður tað.
  • Tarmbrunasjúkur – títt leikin í Føroyum er høgur (PhD–verkætlan).
  • Hvussu nógv minkar árvaknið hjá fiskimonnum, sum arbeiða leingi uttan at sova (PhD–verkætlan).
  • Strongd hjá trolaramonnum í Barentshavinum.
  • Heilsustøðan hjá stívliga 700 føroyingum í sjeytiárunum er gjølla kannað.
Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós