Andlát
Við deyða og jarðarferð er nógv hjá avvarðandi at taka støðu til. Niðanfyri er vegleiðing og mannagongdir, og hetta er ætlað sum hjálp til at gera mest neyðugu fyrireikingarnar.
Andlát á Landssjúkrahúsinum
Eftir andlátið skulu avvarðandi seta seg í samband við Kapellið á tlf. 304580. Uttanfyri vanliga arbeiðstíð ber til at ringja 304500, lokal nr. 5888.
Les faldaran um andlát á Landssjúkrahúsinum her.
Prestar/Samkomuleiðarar
Avvarðandi mugu sjálvi avtala við prest/samkomuleiðara viðvíkjandi
jarðarferð og kórseting, tá kistan kemur í kirkjuna/samkomuhúsið.
Gravarar
Avvarðandi mugu boða gravaranum í viðkomandi øki frá skjótast til ber.
Avvarðandistova
Ynskja avvarðandi at síggja tann deyða, meðan líkið stendur undir børu, er neyðugt at avtala tíð við ta deildina, har andlátið varð (gerandisdagar frá kl 8 - 15).
Í Avvarðandistovuni er rúm fyri áleið 10-15 fólkum at savnast.
Vegna umbygging á Landssjúkrahúsinum, ber ikki til at hava
bønarhald í Kapellinum.
Avvarðandi mugu at siga Kapellinum frá, nær tey ætla at kistan skal
heintast, sí tlf-upplýsingar omanfyri. Kapellið skrásetir síðani heintanina.
Støða má takast til um kistulokið skal verða av ella á.
Heintan av kistu
Í samband við fráferð, har avvarðandi koma, mugu tey venda sær til
Leiðbeining fyri at verða fylgd niður í Avvarðandistovuna.
Um kistulokið skal verða av, leggja avvarðandi sjálvi lokið á kistuna.
Ikki er neyðugt við berarum til fráferðina.
Kista og líkklæði
Tey avvarðandi mugu sjálvi bíleggja kistu og líkklæði so skjótt til ber.
Sí yvirlit við kistuveitarum longri niðri á síðuni.
Tað ber eisini til at verða klæddur í egin klæðir. Tá er neyðugt at koma
við klæðunum til Leiðbeiningina, so skjótt sum til ber (Merk posan við
navni og føðingardegi).
Lýsing um andlát
Kringvarp Føroya hevur tel. 347500 og teldupost andlat@kvf.fo.
Líkbilur
Avvarðandi avtala flutning við líkvogni við at seta seg í samband við
føraran av líkvogninum hjá avvarðandi kommunu.
Flutningur við kommunala líkvogninum er ókeypis.
Blómuprýði
Um kistan skal prýðast við blómum, kann hetta bíleggjast frá einum av
blómuhandlunum. Tey syrgja fyri, at blómurnar koma út á
Landssjúkrahúsið. Avvarðandi leggja sjálvi børuprýðið á kistulokið.
Fráboðan
Landssjúkrahúsið boðar myndugleikum og Skiftirættinum frá andlátinum.
Í samband við andlát verða klæðir latin teimum avvarðandi. Allir virðislutir
verða latnir Skiftirættinum, soleiðis at teir gerast partur av deyðsbúgvinum.
Stuðul
Heilsutrygd veitir stuðul til gravarhjálp smb. umsókn, tó í mesta lagi 5.000 kr.
Sí www.heilsutrygd.fo
Andlát á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Í samband við andlát skulu avvarðandi seta seg í samband við tel. 45 45 45, lokal 4507.
Les faldaran um andlát á Klaksvíkar Sjúkrahúsi her.
Kista og líkverja
Vanliga bíleggur sjúklingaskrivstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kistu og líkverju.
Um avvarðandi ynskja at tann deyði skal í egin klæðir, skulu hesi latast til portørarnar.
Sjúklingaskrivstovan skal hava upplýsingar um navn, teldupostadressu og bústað hjá avvarðandi, ið skal standa fyri og gjalda kistuna og líkverjuna. (Heilsutrygd veitir stuðul, sí faldaran omanfyri).
Kapel
Ynskja avvarðandi at síggja tann deyða, meðan líkið stendur undir børu, verður avtala gjørd við seingardeildina.
Avvarðandi taka støðu til, nær kistulokið skal leggjast á og farið verður úr kapellinum.
Tað ber til hjá teimum nærmastu at savnast til eina friðarliga løtu, har tey kunnu siga eitt seinasta farvæl. Avtala hesum viðvíkjandi skal gerast við Sjúklingaskrivstovuna á Klakvíkar Sjúkrahúsi, tel. 45 45 45, lokal 4507.
Avvarðandi avtala sjálvi við prest/samkomuleiðara um at halda eina bønarløtu ela kórseting, tá kistan kemur í kirkjuna ella samkomuhúsið.
Avvarðandi eiga at siga Sjúklingaskrivstovuni frá, nær tey ætla at kistan fer úr kapellinum.
Líkbilur
Avvarðandi bíleggja sjálvi gravara og líkbil, við at seta seg í samband við viðkomandi kommunu.
Í Klaksvík er hetta á tel. 23 88 98 ella 22 63 77.
Kommunurnar gjalda fyri tænastuna.
Børuprýði í Norðoyggjum
Ynskja avvarðandi at kistan skal prýðast við blómum, kann hetta bíleggjast frá einum av blómuhandlunum.
Blómuhandilin Flora hevur tel. 45 51 15.
Summardáin hevur tel. 45 61 93.
Blómuhandlarnir syrgja fyri, at blómurnar koma á Klaksvíkar Sjúkrahús. Minnist til at gera avtalu um koyring av blómum út á grøvina.
Fráboðan um andlát
Sjúklingaskrivstovan boðar myndugleikum, presti og skiftirættinum frá andlátinum.
Eftirmeting
Áleið ein mánaða eftir jarðarferðina, ringir sjúkrarøktarfrøðingur til avvarðandi av teimum, sum hava verið innløgd á KS3, fyri at eftirmeta sjúkugongdina.
Andlát á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Set teg í samband við deildarleiðaran á seingjadeildini á tlf. 34 33 00 (helst millum kl. 08:00 og 15:00).
Avvarðandi skulu bíleggja kistu og líkklæðir.
Verður kistan bíløgd norðanfjørðs, mást tú koyra kistuna av Krambatanga til sjúkrahúsið, ella har farið verður frá.
Les faldaran um andlát á Suðuroyar Sjúkrahúsi her.
Nær verður lagt í kistu
Sama dag, sum farið verður úr kapellinum, verður tann deyði lagdur í kistuna.
Avvarðandi kunnu vera við at leggja í kistuna, um ynski er um tað.
Deildarleiðarin skal hava boð um, nær lokið skal leggjast á og nær farið verður úr kapellinum.
Ynskir tú at síggja tann deyða, er best, at tú kemur um dagin.
Sigið altíð deildarleiðara frá, áðrenn komið verður á sjúkrahúsið.
Egin klæðir
Ynskir avvarðandi, at tann deyði skal í egin klæðir, eru tit vælkomin at lata hesi til sjúkrahúsið.
Líkbilur
Líkbilur skal bíleggjast at koyra úr kapellinum og til jarðarferðina.
Líkbilurin hjá Tvøroyrar Býráð kann bíleggjast á tlf. 57 99 26, 22 09 26 ella 61 10 85.
Kommunurnar gjalda fyri tænastuna.
Sangarar
Í kirkjum og samkomum eru sangarar.
Avvarðandi mugu spyrja seg fyri, hvørji hesi eru og síðan seta seg í samband við tey.
Fráboðan um andlát
Sjúkrahúsið boðar myndugleikunum og skiftirættinum frá andlátinum.
Kistuveitarar
Suðuroy:
Eilif Dimon
Tlf. 26 66 15
verk@mail.fo
Streymoy og meginøkið:
Gravarhjálp v/Hermann Eysturoy
Tlf. 51 1723
www.gravarhjalp.fo
Sólsetur
Tlf. 35 36 37/29 90 00
www.solsetur.fo
Seinasta heilsan v/Haraldur S. Hammer
Tlf. 51 30 70
www.sh.fo
Vágar:
Sandavágs Timburhandil
Tlf: 33 27 00
Gravarhjálp
Boða gravaranum í viðkomandi øki ella kommunu frá skjótast til ber.
Heilsutrygd veitir stuðul til gravarhjálp smb. umsókn, tó í mesta lagi 5.000 kr. Sí www.heilsutrygd.fo ella send umsókn og kvittan til:
Heilsutrygd
Klaksvíksvegur 7
700 Klaksvík
Lýsing um andlát í útvarpinum
Vilt tú lýsa andlátið, fráferðina úr kapellinum og jarðarferðina í útvarpinum, skal hetta fráboðast.
Vanligt er at lýsa, tá avvarðandi hava fingið deyðsboðini, og tá allar avtalur eru gjørdar.
Kringvarp Føroya hevur tel. 34 75 00 og teldupost andlat@kvf.fo.
Blómur
Um kistan skal prýðast við blómum, kann børuprýði bíleggjast frá einum av blómuhandlunum.
Tey syrgja fyri, at blómurnar koma til kapellið, kirkju ella samkomu.