Viðgerð fyri barnloysi
Til ber at fáa viðgerð fyri barnloysi, sonevnda fertilitetsviðgerð. Fyri at koma í viðgerð fyri barnloysi, skal tú venda tær til tín kommunulækna.
Áðrenn tú setur teg í samband við kommunulæknin, skalt tú tryggja tær, at tú lýkur treytirnar fyri at fáa viðgerð. Sí leiðreglur fyri fertilitetsviðgerð niðanfyri.
Um tú lýkur treytirnar, kann kommunulæknin ávísa teg til gynækologisku deild á Landssjúkrahúsinum.
Verður tú av Landssjúkrahúsinum ávíst til fertilitetsviðgerð, verður viðgerðin veitt í Danmark.
Tal á børnum
Landið fíggjar upp til tvey felags børn fyri barnleys pør, sum liva saman í hjúnarbandi ella líknandi parlagi.
Børn, sum annar parturin hevur foreldramyndugleikan yvir, telja við í tí sambandi.
Tað vil siga, at um annar parturin áður hevur foreldramyndugleikan yvir einum ella fleiri børnum, tað veri seg barn ella børn í øllum aldri, kann parinum bert verða bjóðað viðgerð fyri eitt felags barn við almennari fígging.
Leiðreglur fyri fertilitetsviðgerð
Treytirnar fyri at veita fertilitetsviðgerð við barnloysi, har tað almenna kann bera kostnaðin eru hesar:
- Parið er í einum støðugum parlagi við felags bústaði (eisini á Fólkayvirlitinum) í minsta lagið í 2 ár.
- Parið skal hava havt minst eitt ára óviljað barnloysi uttan graviditet í tí árinum áðrenn ávísing til Landssjúkrahúsið.
- Øll pør skulu til samrøðu áðrenn útgreinan.
- Hvørgin av pørtunum í parinum kann vera steriliseraður.
- BMI hjá kvinnuni skal vera yvir 18 og undir 35.
- Parið skal gjøgnum vanliga útgreinan fyri barnloysi.
- Heilsa og/ella lív hjá kvinnuni skal ikki setast í vanda av viðgerð, viðgongu ella barnsburði.
- Um parið ongi børn hevur, kann hjálp veitast til tvey børn. Um børn eru í parlagnum, sum annar parturin eigur, men onki felags barn (biologisk ella ættleitt), kann hjálp veitast til eitt felags barn.
- Kvinnan skal vera fylt 25 ár og vera yngri enn 40 ár við byrjanina av hvørjum viðgerðarumfari. Hetta er eisini galdandi við 2. ella 3. viðgerðarumfar. Viðgerðarumfarið byrjar, tá kvinnan byrjar at taka heilivágin. Aldursmarkið er galdandi fyri øll sløg av viðgerð, sostatt eisini við egg- og sáðdonatión.
- Maðurin skal vera fyltur 25 ár og vera yngri enn 55 ár.
- Barnloysisútgreinanin skal ikki vísa á nakrar læknaligar, sálarligar og/ella sosialar kontraindikatiónir móti viðgongutíð ella foreldraleikluti (s.s. misnýtsla, tung sálarsjúka ella mental retardering).
- Harumframt skal ongin av pørtunum hava fingið frátikið foreldramyndugleikan yvir barni áður.