31 Bygningar SS 9

Suðuroyar Sjúkrahús

Suðuroyar Sjúkrahús er eitt av trimum sjúkrahúsum í Sjúkrahúsverkinum og er staðsett á Tvøroyri. Sjúkrahúsið er eitt vælvirkandi, nýmótans sjúkrahús, ið tekur ímóti sjúklingum úr øllum Føroyum.

Suðuroyar sjúkrahús er eitt akuttsjúkrahús, hvørs uppgáva er at kanna, viðgera, røkta og venja sjúklingar uppaftur.

Sjúkrahúsið er eitt blandað medisinskt/kirurgiskt sjúkrahús við 20 seingarplássum. Her starvast 120 fólk býtt á 24 starvsbólkar.

Endamálið er at veita eina dygdargóða heilsutænastu til allar sjúklingarnar, ið koma til viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Tríggir yvirlæknar starvast á sjúkrahúsinum. Ein yvirlækni í almennari kirurgi við sergrein innan urologi, ein medisinskur yvirlækni við sergrein innan kardiologi og ein yvirlækni við sergrein innan anæstesi og pínuviðgerð. Yvirlæknar við sergrein innan onnur øki starvast javnan í styttri vikariatum á sjúkrahúsinum.

Sjúkrahúsið veitir viðgerðir innan almenkirurgi, urologi, ortopædi, gastroskopi, koloskopi, nýrasteinsknúsan og áhaldandi pínu.

Á kardiologisku starvsstovuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi verða kanningar gjørdar av innløgdum og ambulantum sjúklingum.

Røntgendeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi er útgjørd við framkomnari røntgen og CT-skannara.

Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi ger kanningar av innløgdum og ambulantum, eftir tilvísing frá lækna. Eftir tørvi verða eisini blóðroyndir tiknar heima hjá sjúklingum. Rannsóknarstovan vitjar regluliga á læknamiðstøðini í Vági. Blóðgevar verða tappaðir á Rannsóknarstovuni mánadagar.

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er eisini ein nútímans Ergo- og fysioterapi, har bæði innlagdir og ambulantir sjúklingar fáa viðgerð eftir tilvísing frá lækna. Eisini bjóðar deildin Parkinson-endurvenjing tvær ferðir um árið, eftir ávísing frá serlæknum í neurologi.

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós