Neyðtøka Heimasíða Mynd

Neyðtøka

Hevur tú verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, kanst tú seta teg í samband við neyðtøkutilbúgvingina á Landssjúkrahúsinum á tel. 30 46 60. 

Tá tú kemur á sjúkrahúsið, verður ein sjúkrarøktarfrøðingur um teg, meðan tú verður kannað av serlækna.

Tær nýtist ikki at melda tilburðin til Politiið, um tú setir teg í samband við okkum. Vit goyma prógvini í eitt ár, um tú ynskir at melda tilburðin seinni.

Um tú hevur tørv á tí, vegleiða vit teg í mun til aðrar myndugleikar. 

Neyðtøkutilbúgvingin tekur sær av tær, sum hevur verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd innanfyri seinasta mánaðin. Er longri tíð gingin, eigur tú at venda tær til tín kommunulækna. 

Hvat hendir tá tú ringir til okkum?

Hvat hendir tá tú ringir til okkum? 

Tú fært samband við ein sjúkrarøktarfrøðing, sum verður um teg, tá tú kemur á sjúkrahúsið.

Vit svara alt samdøgrið allar dagar í vikuni.

Vit síggja ikki hvørjum nummari, tú ringir frá. 

Úti fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd

Bráðhjálp

Ert tú í vanda og hevur tú tørv á bráðfangishjálp, skalt tú ringja 112 (sjúkrabilur) ella 114 (løgreglan).

Hvat er kynsligur ágangur/neyðtøka?

Eftir at samtykkilógin bleiv samtykt í 2022, verður allur formur fyri kynsligari/seksuellari gerð uttan samtykki sæð, sum kynsligur ágangur ella neyðtøka.

Lógin sigur, at ein hevur ábyrgd av at tryggja sær, at allir partar ynskja at luttaka í tí kynsligu/seksuellu gerðini. 

Um brótsmaðurin/kvinnan brúkti tvang ella harðskap, ella um tú gjørdi mótstøðu ella ikki, er ikki avgerðandi. Tað er heldur ikki avgerðandi um tit kenna hvønn annan ella ikki.  

Ein skal ikki verða tvungin at geva samtykki. Samtykki skal gevast sjálvboðið, og samtykkið kann ikki gevast, um ein t.d. svevur ella er sera rúsað/ur.  

Reaktiónir í sambandi við neyðtøku ella neyðtøkuroynd

Sálarlig árin eftir neyðtøku ella neyðtøkuroynd 

Neyðtøka ella neyðtøkuroynd er ein skelkandi hending, sum kann ávirka fólk ymiskt, bæði kropsliga og kensluliga. Eftir slíkan tilburð kann eisini vera ymisk, hvussu leingi tað tekur at koma fyri seg.  

Hóast tilburðir eru ymiskir eru nakrar eins reaktiónir, sum ofta vísa seg við hesum slagi av sálarligum trauma. 

Tað er ikki til at vita hvussu ein ber seg at í støðuni. Tey flestu uppliva ein form fyri skelk, og tað kann ávirka atferðina. Fleiri persónar, sum hava verið úti fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd føla, at tey áttu at borið seg øðrvísi at í støðuni. Sum dømi eru tað mong, ið føla eina skuldarkenslu, tí tey ikki hava sagt frá ella gjørt mótstøðu. Fleiri, ið verða útsett fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, vísa ikki mótstøðu í løtuni.

Tað er ein natúrlig reaktión at frysta ella føla seg lammaðan í støðuni. Nøkur velja, at ikki gera mótstøðu, tí tey verða bangin fyri at ágangurin gerst verri/harðligari. Tað er ongantíð tín skyld, uttan mun til hvussu tú reageraði í støðuni! 

Stutttíðar
  • Skjálvti  
  • Vøddaspenningar  
  • Títtur hjartasláttur  
  • Lamsligni, kensluloysi  
  • At kenna seg óveruligan 
  • Grátur  
  • Kensla av at vera um at kvalast, bringupína  
  • Ótti, angist  
  • Sorg  
  • Búkpína  
  • Ótryggleiki  
  • Hjálparloysi  
  • Ørkymlan 
Langtíðar
  • Átrokandi minnir og tankar 
  • Marra, ringir dreymar 
  • Svøvntrupulleikar 
  • Øsing og fjáltur 
  • Vøddaspenningar, trupult við at finna hvíld 
  • Ótti, tá ein verður mintur um hendingina 
  • Ilt við at hugsavna seg 
  • Ótti, angist 
  • Depression, tvørrandi áhugi, vónloysi 
  • Skýggja fólk, sosial avbyrging 
  • Væntandi sjálvsálit
  • Ørkymlan, vreiði 

Onkur upplivir ikki nøkur av nevndu árinum, meðan onnur kunnu uppliva fleiri samstundis. Tær fyrstu reaktiónirnar eftir neyðtøku ella neyðtøkuroynd vara ofta stutt, men kunnu eisini vara eitt longri tíðarskeið. Kropslig árin, so sum títtur hjartasláttur og grunnur andadráttur, koma ofta fyri undir neyðtøkuni og eru partur av natúrligu stressreaktiónunum hjá kroppinum.

Kropsligir og sálarligir trupulleikar, ið kunnu hava verið til staðar áðrenn tilburðin, kunnu versna og verða til átrokandi trupulleikar og kreppu. Ver tilvitað/ur um, at ymiskar hendingar í gerandisdegnum og umhvørvinum kunnu elva til ógvuslig minnir um neyðtøkuna/neyðtøkuroyndina.  

Vilt tú vita meira um sálarlig árin eftir neyðtøku ella neyðtøkuroynd, so kanst tú lesa faldarin her.

Hjálp
Sálarfrøði

Um tú hevur tørv á samrøðum við ein sálarfrøðing, setur ein sálarfrøðingur seg í samband við teg innan 72 tímar eftir tilburðin (gerandisdagar). Sálarfrøðingurin bjóðar tær til eina samrøðu innan tvær vikur eftir tilburðin. Sálarfrøðiligu samrøðurnar eru ókeypis. 

Kanningar og uppfylging

Um neyðugt, verður tú kannað av serlækna í kvinnusjúkum, og royndir verða tiknar fyri at útiloka smittu við kynssjúkum.

Tú fær uppfylging, um tína støðu nakrar dagar eftir kanningarnar. Eisini fært tú vegleiðing, um hvørjar møguleikar tú hevur við øðrum myndugleikum. 

Sjálvhjálp

Her eru nøkur góð ráð til hvussu ein kann hjálpa sær sjálvum, eftir eina neyðtøku ella neyðtøkuroynd.

Lurta eftir tær sjálvari/um

Vit eru øll ymisk, og tí er eisini ymiskt, hvat hjálpir, tá ið vit hava tað torført. Meðan summi fáa orku av at luttaka í sosialum virksemi, kunnu onnur hava gagn av at hvíla seg á sofuni við einari góðari sendirøð. Tú veitst best sjálv/ur, hvat tú hevur tørv á, og tí er tað týdningarmikið at lurta eftir egnum tørvi. 

Ver góð/ur við teg sjálva/n

Nógv fólk, sum hava verið fyri neyðtøku ella neyðtøkuroynd, uppliva skuld, skomm og sjálvábreiðslu. Tað kann hjálpa at arbeiða við at sleppa hesum kenslum so mikið sum til ber. Minnist til, at neyðtøkan/neyðtøkuroyndin ongantíð er tín skyld. 

Byrja uppá gerandisdagin aftur, tá tú kann

Eftir hendingina kanst tú hava tørv á einari pausu frá sosialum virksemi, skúlagongd/lesnaði/arbeiði o.s.fr. Tó kann tað hjálpa at taka dagligar vanar upp aftur, tá ið tú ert klár/ur til tað, tí teir kunnu hjá mongum skapa ró og geva eitt avbrot frá tankunum um hendingina. 

Góðtak at tú kann hava brúk fyri tíð

Hjá mongum er tað ein tilgongd at seta navn á eina hending sum neyðtøku ella neyðtøkuroynd – ein tilgongd, sum kann taka dagar, vikur, mánaðir ella ár. Hetta kann stava frá iva um, hvørt ein uppliving er nóg ring til at vera neyðtøka, til dømis tí at kropsligur harðskapur ikki var ein partur av tí. Eisini kann tað vera stór sorg í at viðurkenna, at tað, ein hevur verið fyri, veruliga er ein neyðtøka ella neyðtøkuroynd.

At arbeiða við at viðgerða hendingina kann taka tíð. Av somu orsøk velja mong ongantíð ella ikki fyrr enn langa tíð eftir, at siga frá um hendingina.

Halt fast í vónini

Kynsligur ágangur er ein tung og møguliga traumatiserandi hending, og tað er vanligt at hava tað trupult leingi aftan á hendingina. Tó fáa tey flestu tað betri við tíðini – bæði við og uttan fakliga hjálp. 

Avvarðandi
Hjálp í døgunum eftur tilburðin

Í døgunum beint eftir tilburðin er tann órættaða/i skelkað/ur. Grætur kanska ógvusliga, skelvur og tosar ósamanhangandi. Viðkomandi kann eisini tykjast fjar/ur og líkasæl/ur ella flenna og tvætla, sum um einki var hent.  

Her skalt tú sum avvarðandi gera títt besta: Vís umsorgan og royn at rúma atburðinum hjá tí órættaðu/a. Tær nýtist ikki at fjala tínar kenslur. Tað er í lagi at vísa, at tú eisini ert ávirkað/ur av støðuni, men royn og slepp undan støðum, sum eru merktar av ov nógvum roki og rumbli. Tað er fyrst og fremst tann órættaða/i, sum alt snýr um júst nú.  

Ver til staðar. Hugsa um at skapa eitt trygt umhvørvi fyri órættaðu/a við at tú ella onkur annar, sum stendur henni/honum nær, støðugt eru til staðar beint eftir valdsgerðina, eisini um náttina. 

Veit tína hjálp við at minnast týdningarmikil boð og upplýsingar. Tann órættaða/i kann hava avbjóðingar við at minnast.  

Fyrireika leypandi órættaðu/a um, hvat hendur í næstum, t.d. kanningar ella avhoyring hjá løgregluni.  

Royn og ver tolin. Tann órættaða/i er í eini óveruligari støðu og kann stundum vera tigandi, fjar/ur og avvísandi. Hetta merkir ikki at hon/hann/ ikki hevur tørv á, at tú ert til staðar.  

Lýð á um órættaða/i ynskir at tosa um tilburðin; men royn ikki at leggja trýst á, um tann órættaða/i ikki ynskir at tosa um tað, sum er hent.  

Vissa órættaðu/a um, at hon/hann ikki er til stríð ella byrðu fyri teg. 

Kunning og onnur hjálp
Løgfrøðilig ráðgeving

Sambært retsplejelov for Færøerne § 750, stk. 4: “I sager om overtrædelse af straffelovens §§ 210 eller 216-223, § 225, jf. §§ 216-223, eller § 232 har den forurettede ret til en vederlagsfri samtale med en advokat forud for eventuel anmeldelse til politiet.” Kelda: Retten på Færøerne - Offentlig retshjælp 

Tað merkir at tú hevur rætt til eina ókeypis løgfrøðiliga samrøðu.

Løgreglan

Les meira um hvat Føroya Politi bjóðar her.

Sálarfrøðingar hjá Heilsutrygd

Sí yvirlit av sálarfrøðingum hjá Heilsutrygd her.

Sig frá

Átakið "Sig frá" arbeiðir við at fyribyrgja, viðgerða og kunna um harðskap.

Til ber at fáa hjálp og stuðul, um tú ert fyri harðskapi, um tú fremur harðskap ella hevur seinárin av kynsligum ágangi. Umframt ber til at fáa ókeypis viðgerð hjá løggildum sálafrøðingi.

Sig frá arbeiðir  eisini við at upplýsa og fyribyrgja, eisini fyri fakfólki. Les meira her.

Kvinnuhúsið

Ert tú útsett fyri harðskapi, ætlar tú tær at fara ella leitar tú eftir einum friðskjóli, er Kvinnuhúsið ein møguleiki.

Í Kvinnuhúsinum fæst ráðgeving, vegleiðing og hjálp til sjálvhjálp. Eisini ber til at fáa uppihald á Kreppumiðstøðini í Kvinnuhúsinum eitt tíðarskeið. Børn eru vælkomin við.  Les meira á www.kvinnuhusid.fo 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós