Neurosálarfrøðingur til Sjúkrahúsverkið
Sjúkrahúsverkið søkir eftir einum neurosálarfrøðingi í farloyvisstarv á starvsbrøk 1,0 frá 01.04.2025 til 30.03.2026. Arbeiðsøkið fevnir um alt landið og øll trý sjúkrahúsini - Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús.
Um starvið
Starvið fevnir um at kanna og viðgera m.a. fólk við heilaskaða/heilasjúkum, veita ráðgeving til sjúklingar og avvarðandi og luttaka í tvørfakligum samstarvi. Undirvísing av starvsfólki innan økið er eisini ein partur av arbeiðsuppgávuni.
Økið er skipað av nýggjum, og tú verður við til at menna og mynda økið í Sjúkrahúsverkinum.
Staðsetingin hjá neurosálarfrøðinginum verður á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum og kemur tú at vísa til leiðaran á Ergo- og fysioterapideildini.
Førleikar
- Útbúgving sum neurosálarfrøðingur ella sálarfrøðingur við serútbúgving innan kliniska neurosálarfrøði
- Fakligar royndir við neurorehabilitering
- Góðar telduførleikar
- Førleikar at undirvísa og miðla vitan skrivliga og munnliga
- Evni at seta í verk fyriskipanir
Vit vænta
Eitt starvsfólk, ið er fyrikomandi og álitisvekjandi. Vísir góðan hugburð og hevur fokus á tvørfakligt samstarv. Eisini verður vænta høgt fakligt støði og vitan um nýggjastu granskingina á økinum.
Vit bjóða
- Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum í einum mennandi og tvørfakligum umhvørvi
- Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
- Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
- Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi
- Felags innleiðslu
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterapideildini, tlf. 211602 ella á alvha@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 24.03.2025.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.