1 Skurðgenerelt 1

Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini: Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð. 

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit nýta í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum


Steinar Eirikstoft,
Forstjóri í Sjúkrahúsverkinum og sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum
T-postur: steinar@ls.fo


Alexandra á Dul,
Stjóri í Sjúkrahúsverkinum og sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
T-postur: alexandra@ks.fo


Hanus Toftheyggj,
Stjóri í Sjúkrahúsverkinum og sjúkrahússtjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi
T-postur: hanto@ssh.fo


Tummas í Garði,
Varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum
T-postur: tumga@ls.fo


Gunnvá Guttesen,
Varastjóri í Sjúkrahúsverkinum og varastjóri á Landssjúkrahúsinum.
T-postur: gungu@ls.fo


Súsanna Olsen,
Varastjóri í Sjúkrahúsverkinum og varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
T-postur: susanna@ks.fo

c09d9bfq.png
Gunnbjørg Guttesen,
Varastjóri í Sjúkrahúsverkinum og varastjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
T-postur: gunnbjorg@ssh.fo

 

Visjón, missión, virðir og strategi

Visjón

  • Trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir somu virðum.
  • Felags mentan og sami samleiki tvørtur um sjúkrahúsini.
  • Virðing fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki, so at góð hugskot birtast og hava gróðrarlíkindi fyri víðarimenning.
  • Áhaldandi menning av starvsfólkum, stuðlað av nýggjastu tøkni.
  • Rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Missión

Dygdargóð heilsutænasta alt lívið

  • Sjúkrahúsverkið veitir heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
  • Málið er dygdargóðar heilsutænastur, bornar av vitan og tænastusinni.

Vitan

  • Faklig vitan, førleikar og menning
  • Tøkni í breiðastu merking
  • Mentan, ið er opin og fevnandi

Tænastusinni

  • Uppliving av at vera í miðdeplinum
  • Uppliving av góðari tænastu
  • Uppliving av nærlagni

Virðir

1. Stev
At hava felags stev gevur styrki, sýnir samanhald og vekir álit.

Fyri at halda felags stev, mugu vit arbeiða tvørtur um mørk, deildir og fakøki. Vit eru øll javnlík, tá uppgávur skulu loysast – og fyri at koma á mál, krevur tað bæði samskipan, samskifti og eina neyva kós.

Rúm skal vera fyri øllum, og vit skulu duga at gagnnýta styrkirnar hjá tí einstaka. Øll skulu kenna seg vird, og øll skulu kunna siga sína hugsan.

Í atburði merkir hetta: 

  • At tú í talu og verki sýnir sjúklingum og starvsfeløgum virðing.
  • At tú setur teg í støðuna hjá tí, tú samstarvar við.
  • At tú raðfestir felags mál hægri enn egin mál.
  • At tú vísir toymisanda millum deildir, deplar og sjúkrahús.

2. Áræði
At hava áræði gevur drívmegi og skapar framburð.

Fyri okkum er umráðandi at vera ágrýtin, sýna jaligan hugburð og vilja royna nýggjar leiðir. Vit skulu veita høga dygd og skjótleika.

Í atburði merkir hetta: 

  • At tú birtir vón og vísir á gongdar leiðir.
  • At tú ert áhaldandi og vísir nærlagni.
  • At tú eggjar til loysnir.
  • At tú tekur ábyrgd, tá avgerðir skulu takast.

3. Flog
At hava flog merkir, at vit kunnu vera skapandi, hugsa víðskygt og navigera í broytingum, samstundis sum vit loysa okkara uppgávur.

Flog er eitt fjøltáttað hugtak, sum krevur, at vit nýta okkara hugflog, eru forvitin, koma við góðum hugskotum, mennast og skapa yvirlit.

Fyri at halda flognum krevst framfýsni. Til tess krevst føði – vitan og menning.

Í atburði merkir hetta: 

  • At tú setur høg mál og torir at bróta upp úr nýggjum.
  • At tú býður vanahugsan av.
  • At tú ert móttøkubúgvin fyri broytingum.
  • At tú støðugt víðkar sjónarringin.

Strategi

Strategiin hjá Sjúkrahúsverkinum kann lesast her.

Organisatiónsdiagram

Miðlar

Samband
Ari av Rana
Samskiftisfulltrúi
Stjórnarskrivstovan
T-postur: arira@ls.fo

Úlvhild Teitsdóttir
Samskiftisfulltrúi
Stjórnarskrivstovan
T-postur: ulvte@ls.fo

Umbønir um alment innlit
Umbønir um alment innlit skulu sendast til ls@ls.fo.

Upptøkur hjá fjølmiðlum
Til upptøkur hjá fjølmiðlum á Landssjúkrahúsinum skal loyvi havast frammanundan.
Sí miðlapolitikkin hjá stovninum niðanfyri undir "Miðlaupptøkur".

Miðlaupptøkur

Endamálið við reglunum er at tryggja ein einsháttaðan framferðarhátt og mannagongd í samband við, tá fjølmiðlar ynskja at gera miðlaupptøkur á Landssjúkrahúsinum til fjølmiðlaendamál.

Tað  er týdningarmikið at starvsfólk, sjúklingar, avvarðandi og borgarir kenna galdandi reglur fyri miðlaupptøkur. 

Hugtøk
Landssjúkrahúsið: Merkir matriklarnir við J. C. Svabosgøtu og á Eirargarði, umframt viðtaluhøli og bygningar hjá Landssjúkrahúsinum kring landið, eitt nú innan økispsykiatri, ljósmøðraviðtalur og sjúkraflutningstænastu.
                                                    
Miðlaupptøkur: Merkir upptøkur við myndatóli, sjónvarpstóli ella útvarpstóli, sum antin skal brúkast til alment fjølmiðla endamál og/ella privat endamál.

A. Upptøkur hjá fjølmiðlum
Viðv. umbønum frá fjølmiðlum: Meginreglan er, at Landssjúkrahúsið hevur ein fyrikomandi hugburð mótvegis fjølmiðlum og ynskir at verða við til at stuðla undir fólkaupplýsing v.m.
 
Upptøkur á deildum vm.
Viðvíkjandi  upptøkum á serligum økjum, sum t.d. á deildum ella á ambulatorium o.s.fr., er tað avvarðandi depilsleiðsla, sum hevur avgerandi orðið um hvørt upptøkur kunnu vera og hvørjar treytirnar eru.
Hetta merkir, at allar umbønir um miðlaupptøkur skulu vísast til viðkomandi depilsleiðslu, ið skal taka støðu til umbønina.
Er viðkomandi depilsleiðsla í iva, kann spurningurin vendast við Sjúkrahússtjórn.
Loyvi skal altíð fáast frá sjúklingum, avvarðandi, starvsfólki og einhvørjum øðrum sum koma við á upptøkurnar.

Upptøkur á felagsøkjum
Í felagsøkjum t.d. forhøll, gongdum o.s.fr. er tað, sum útgangsstøðið, depilsleiðslan á Tænastudeplinum, ið hevur avgerðarheimildina tó undantikið í førum, har tað er ein natúrligur samanhangur við upptøkur á einari ávísari deild ella ambulatorii. Í slíkum føri kann deildarleiðslan geva loyvi. Í teimum førum, har sjúkrahússtjórnin gevur loyvi, er tað ein av umboðunum í Stjórn, sum veitir loyvi.
Loyvi skal altíð fáast frá sjúklingum, avvarðandi, starvsfólki og einhvørjum øðrum sum koma við á upptøkurnar.
 
Eftir førimuni eiga depilsleiðslur altíð at kunna Sjúkrahússtjórn um tey loyvini, sum eru givin og upplýsa tíð, stað og evni. Eisini eigur, sum meginregla, sama avrit at verða latið til Tænastudepilin og Leiðbeining og Samskiftiseindini.
 
Depilsleiðslur og stjórn hava skyldu til at føra yvirlit yvir givin loyvi, so at hesi seinni kunnu dokumenterast.
 
Í ivamálum er sjúkrahússtjórn til taks.

Treytir til fjølmiðlar
Í samband við upptøkur, er altíð neyðugt at innganga eina ítøkiliga avtalu um upptøkurnar, uttan hetta tó neyðturviliga viðførir, at neyðugt er at gera eina skrivliga avtalu. Um talan er um størri upptøkur har avtala skal gerast, finnist ein frymil fyri avtalu millum LS og fjølmiðil hjá Samskiftiseindini/fulltrúanum, sum skal undirskrivast av báðum pørtum, umframt teimum sum luttaka í upptøkunum.

B. Upptøkur hjá borgarum/sjúklingum
Í viðskiftatreytum á heimasíðuni hjá LS, umframt í faldarum í sambandi við innlegging, og á kunningarskermum verður upplýst, at borgarar eiga at vera sera varnir við at gera upptøkur á LS og at ikki er loyvt at gera miðlaupptøkur, uttan við ítøkiligum samtykki frammanundan, frá starvsfólkinum og øðrum borgarum/sjúklingum sum evt. koma við á upptøkurnar.
Tá talan er um at taka mynd av sínum nærmastu ella avvarðandi, eigur hetta at verða gjørt við varsemi og tilvitan um onnur sum evt. kunnu koma á myndina, og eftir ítøkiligari játtan frammanundan.
Loyvi skal altíð fáast frá sjúklingum, avvarðandi, starvsfólki og einhvørjum øðrum sum koma við á upptøkurnar.

C. Upptøkur hjá starvfólki
Starvsfólk eiga, sum høvuðsreglu, ikki at taka myndir av øðrum starvsfólkum uttan í slíkum førum, har talan er um til professionelt endamál t.d. í sambandi við faldarar v.m. og eftir samtykki frá teimum frammanundan.
Starvsfólk eiga ikki at taka myndir av sjúklingum uttan í slíkum førum har talan er um professionelt endamál, og har samtykki fyriliggur frammanundan.  
 
Loyvi skal altíð fáast frá sjúklingum, avvarðandi, starvsfólki og einhvørjum øðrum sum koma við á upptøkurnar.

Tilvísing
Innanhýsis leiðreglur umframt ​leiðreglur um góðan fjølmiðlasið hjá Fjølmiðlanevndini.

Búmerki

Myndir

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós