Parkering

Parkeringsviðurskiftini í Sjúkrahúsverkinum eru ymisk, alt eftir hvagar tú skalt.

Landssjúkrahúsið

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. 

Gott er at koma í góðari tíð, tá tú skalt møta á sjúkrahúsinum, tí tað kann vera trupult at fáa parkeringspláss tætt við.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvi tú fært útflýggja á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaðar tíð. 

Um tú ert blóðgevi

Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Klaksvíkar Sjúkrahús er staðsett á Sjúkrahúsbrekku 1.

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. Niðanfyri sjúkrahúsið eru parkeringspláss til sjúklingar og avvarðandi, við tíðaravmarking. Omanfyri er kommunalt parkeringspláss. 

Gott er at koma í góðari tíð, tá tú skalt møta á sjúkrahúsinum, tí tað kann vera trupult at fáa parkeringspláss tætt við.

Um tú ert blóðgevi

Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar niðanfyri sjúkrahúsið. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Suðuroyar Sjúkrahús

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Kommunal parkeringsøki eru sunnanfyri sjúkrahúsið. 

Gott er at koma í góðari tíð, tá tú skalt møta á sjúkrahúsinum, tí tað kann vera trupult at fáa parkeringspláss tætt við.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós