Hjálparfólk til Ergo- og fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum
Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir hjálparfólki/móttøkufólki til Ergo- og fysioterapideildina. Talan er um eitt fast starv á brøk 0.75 við starvsbyrjan 01.04.2025 ella eftir nærri avtalu.
Um deildina
Ergo- og fysioterapideildin er ein deild við 27 starvsfólkum. Deildin er tvørgangandi og veitir tænastu til allar deplar. Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
- Hjálpa til at gera gerandisdagin smidligan
- Ansa telefonini
- Verða um sjúklingarnar, sum koma á deildina
- Hjálpa terapeutunum við venjingum/uppgávum um tað gerst neyðugt
- Saman við leiðarum at skipa goymsluna við koyristólum
- Saman við terapeutum at bíleggja hjálpartól, halda skil á útlánsseðlum og innlatingum av hjálpartólum
- Bíleggja vøru frá goymsluni og tryggja, at neyðugu tingini eru á deildini
- Skipa so fyri, at deildin er innbjóðandi at koma á
- Vaska og halda venjingar- og viðgerðartól
Vit vænta
- Góðan hugburð og tvørfakligar samstarvsførleikar
- Góðan telduførleika
- At tú kanst arbeiða sjálvstøðugt
- At tú dugir at skipa arbeiðsuppgávurnar í gerandisdegnum
- At tú tolir ein fjølbroyttan gerandisdag við nógvum ymiskum uppgávum
- At tú hóskar væl til verandi toymið, bæði fakliga og persónliga
Vit kunnu bjóða
- Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
- Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
- Innleiðslu og upplæring
- Innanhýsis frálæru og førleikamenning
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Álv Hansen, leiðara á Ergo- og fysioterpideildini, tlf. 211602 ella skriva teldupost til alvha@ls.fo
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag ella Heilsurøktarfelag Føroya ella Heilsuhjálparfelagið.
Umsóknarfreistin er 24.03.2025.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.