Um Steno Miðstøðina - SDCF
Diabetes- og endokrinologiska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum lat dyrnar upp sum Steno Miðstøð 1. januar 2023. Arbeiðið á Steno Miðstøðini er lutvíst fíggjað av Novo Nordisk Fonden, og hoyrir Steno Miðstøðin til Medisinska depilin, Medisinskt ambulatorium, á Landssjúkrahúsinum. Steno Miðstøðin er ein av sjey Steno miðstøðum í Føroyum, Grønland og Danmark. Endamálið við Steno Miðstøðini er at tryggja borgarum við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum bestu viðgerðina og at arbeiða við at fyribyrgja sjúku - og á henda hátt vera við til at økja um lívsgóðskuna hjá persónum við diabetes og øðrum hormonsjúkum í Føroyum.
Á Steno Miðstøðini verður arbeitt við betranarátøkum, tvørgeira samstarvi og gransking, umframt diabetes- og endokrinologiskari viðgerð. Gransking í diabetes- og øðrum hormonsjúkum er partur av kjarnuvirkseminum á Steno Miðstøðini. Granskingarvirksemið er skipað í samstarvi við Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum.
Betrnararbeiðið á Steno Miðstøðini er býtt upp í trý átaksøki:
- Klinisk betranarátøk
- Tvørgeira samstarv, útbúgving og førleikamenning
- Heilsugransking
Í avtaluni um Steno Miðstøð millum Føroya Landsstýri/Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Fonden verða eisini íløgur gjørdar í at styrkja granskingarinfrakervið í Sjúkrahúsverkinum og í ein Steno-bygning, ið eftir ætlan skal byggjast á økið hjá Landssjúkrahúsinum í J.C. Svabosgøtu í Tórshavn. Til ber at lesa meira í virkisætlanini fyri Steno Miðstøðina (tak niður her).
Les meira um kliniska arbeiðið á Steno Miðstøðini á Steno Miðstøðin - ambulatorium.
Steno Miðstøðin á LinkedIn
Les meira um virksemið á Steno Miðstøðin á LinkedIn
Steno Diabetes Center Faroe Islands - SDCF
Samband
Til ber at skriva til steno@ls.fo hevur tú fyrispurningar um virksemið á Steno Miðstøðini.
Er tú knýtt/ur at Steno Miðstøðini og fyrispurningar um viðgerðina o.a.,verður tú biðin um at venda tær til ambulatoriið á Steno Miðstøðini. Læknaskrivarar svara telefonini yrkadagar millum kl.10.30-12.30, tlf. 30 46 40. Sjúkrarøktarfrøðingur svarar telefonini yrkadagar millum kl.13.00-14.00, tlf. 30 45 00 lokal nr. 6226.