Talgilda heilsuskipanin
Talgilda heilsuskipanin
Talgilda heilsuskipanin (THS) er felags journal- og samskiftisskipan í føroyska heilsuverkinum, og um 2.500 starvsfólk brúka THS sum sítt dagliga arbeiðsamboð.
Skipanin skal vera við til at tryggja høga heilsufakliga góðsku, skynsama nýtslu av tilfeingi, og at gongdin hjá sjúklingunum í heilsuverkinum hongur saman.
THS savnar allar upplýsingar um sjúklingar í eini skipan, so at allar heilsuupplýsingar hjá tí einstaka føroyinginum eru tøkir uttan mun til, um ein fer til kommunulækna ella til serlækna, fer til kanningar í einum ambulatorium ella verður innlagdur á einum av teimum trimum sjúkrahúsum.
Kommunala Heilsutænastan og Hvíldarheimið Naina nýta somuleiðis talgildu heilsuskipanina. Við felags skipan gerst tað møguligt at flyta viðkvæmar persónsupplýsingar tvørtur um stovnar í kommunala geiranum og heilsuverkið. Endamálið við hesum er, at tað er lættari og skjótari fyri starvsfólk at fáa atgongd til neyðugar upplýsingar, soleiðis at gott grundarlag er fyri at geva dygdargóða røkt og viðgerð til borgarar.
Um THS
THS eindin
THS eindin fevnir um øll trý sjúkrahúsini, allar kommunulæknar, Kommunalu Heilsutænastuna og Hvíldarheimið Naina.
THS eindin er staðsett á Landssjúkrahúsinum.
Høvuðsuppgávur og arbeiðsøkini hjá THS eindini eru:
- Tryggja dagligt virksemi og viðlíkahald av Cosmic
- Ráðgeving í brúk av Cosmic
- Dagføringar og verkseting av Cosmic
- Gera frálærutilfar
- Testa broytingar í skipanini
- Innlesing av medisini
- Undirvísing av superbrúkarum
- Hagtøl
- Skjalfesting av skipanini/bygnaðarbroytingum
- Stuðlandi/vegleiðandi leiklut í avgerðum, sum viðvíkja Cosmic
Um talgildu sjúklingajournalina
Journalskipanin, sum verður nýtt til at journalisera og goyma upplýsingar um sjúklingin, kallast Talgilda heilsuskipanin, sjálvt telduforritið eitur Cosmic.
Kunning til brúkarar
Kunning til brúkarar um THS
Orientering til brugere om THS
Reglur fyri grundleggjandi sjúklingaskráseting á sjúkrahúsum
Kunning til borgarar
Information om databeskyttelse
THS starvsfólk
Ingi Mittún
Deildarleiðari
Hervør Eyðinsdóttir
THS-ráðgevi, tel. 234697
herey@ls.fo
Bjørghild Hákonardóttir
THS-ráðgevi, tel. 234695
bjoha@ls.fo
Ingibjørg Winther
THS-ráðgevi, tel. 514324
ingwi@ls.fo
Elisabeth Anthoniussen
THS-ráðgevi, tel. 234694
elian@ls.fo
Beinta Danielsen
THS-ráðgevi, tel. 505859
beida@ls.fo
Páll Rasmussen
KT-ráðgevi og datagreinari
palra@ls.fo
Minnislepar til Cosmic
Minnislepar til starvsfólk í sjúkrahúsverkinum og í kommunulæknaviðtalum
Generelt
Henvisning og visitation
Planlægning og booking
Patientoverblik
Navigering i Patientoverblikket
(Funkan Patientoverblik er bert tøk fyri læknar. Væntandi verður funkan tøk fyri aðrar Cosmic brúkarar seinni).
Patientmodtagelse og administration
Opmærksomhedssignalet
Analyseruden
Væskebalancen
Medicinordination
Medicinadministration
Dosisdispensering
Min oversigt
Føðimodulið
Laborietorieprøver
Kommunulæknar
Genvejstaster / Snarvegir
E-learning og filmsbrot
Tú kann til einhvørja tíð logga inn á e-learning og hyggja eftir teimum filmum, ið eru viðkomandi fyri títt arbeiði.
Filmsbrotini eru gjørd í Svøríki og vísa tí filmarnir svenska skermsmynd, tó hava fleiri filmar fingið danska talu og tekst. Hóast vit í Føroyum í nógvum førum brúka onnur heiti, so meta vit, at filmsbrotini eru løtt at skilja.
Í Svøríki hava tey góðar royndir við at brúka e-learning, hetta er eitt gott amboð til at læra Cosmic at kenna, men eisini eitt gott amboð, tá ið nýggj starvfólk verða sett í starv.
Í Føroyum hava vit fingið gjørt nakrar tillagingar í skipanini, ið ikki verða brúktar aðrastaðni, t.d. háttin vit brúka e-resept og skamtluting. Hesi filmsbrot eru gjørd av THS og eru tískil ikki at finna inni á e-learning heimasíðuni.
Atgongd til E-learning
Leinkja til heimasíðuna https://elearning.cambio.se/login/index.php
Brugernavn: faroe1
Adgangskode: Faroe123
Trýst á knøttin "Kursuskatalog" fyri at síggja úrval av filmum.
Filmar til læknar um skamtluting og e-resept
Filmar til læknaskrivarar og viðtalustarvsfólk um skamtluting og e-resept
Filmar um kalendara
Reglur fyri grundleggjandi sjúklingaskráseting á sjúkrahúsum
Reglurnar fyri grundleggjandi sjúklingaskráseting á sjúkrahúsum, 1. útgáva kom í gildi 1. oktober 2016. Reglurnar lýsa og vegleiða yvirskipa, hvussu tær grundleggjandi umsitingarligu skrásetingarnar skulu gerast á sjúkrahúsunum.
(Brot úr fororðinum í Reglur fyri grundleggjandi sjúklingaskráseting á sjúkrahúsum)
Les ella tak niður faldaran Reglur fyri grundleggjandi sjúklingaskráseting á sjúkrahúsum
Minnislepar og tilfar hjá Kommunalu heilsutænastuni
Faldari og minnislepar til starvsfólk á bústovnum og í Heimatænastuni í Kommunalu heilsutænastuni
Faldari um Cosmic
Generelt
Gæturstekin
Innskriving / móttøka
Planlegging og umsiting
Journal
Medisin administratión
Vætuskema
Trygdarfilmur til Kommunalu Heilsutænastuna
Minnislepar og tilfar hjá Gigni
Minnislepar og tilfar til starvsfólk hjá Gigni
Generelt
Rita inn
Læs skíggjamyndina
Broyt loyniorð
Enda
Leita borgara fram
Patientkort skráset avvarðandi
Patientkort skráset telefonnummar
Patientkort skráset aðrar upplýsingar
Víðka patientlinju
Send boð umvegis messenger
Aktivera autosvar í messenger
Ger favorittar
Varveit eina skíggjamynd
Undirskrift í messenger
SMS Reminders