21 Rannsóknarstovananalysa 14

Bioanalytikari/bioanalytikaralesandi til summaravloysarastørv á Rannsóknarstovuni, Diagnostiska Deplinum, Landssjúkrahúsið

Bioanalytikari/bioanalytikaralesandi til summaravloysarastørv á Rannsóknarstovuni, Diagnostiska Deplinum, Landssjúkrahúsið

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir bioanalytikara/bioanalytikaralesandi til summaravloysarastarv á Rannsóknarstovuni frá 1. juni til 31. august 2025, ella eftir nærri avtalu. 

Talan er um 2 avloysarastørv á fulla tíð, 40 tímar um vikuna (kl. 8 -16), og arbeiðsuppgávan er í høvuðsheitum at taka blóðroyndir og EKG.

Sjúkrahúsið/deildin

Á Landssjúkrahúsinum arbeiða umleið 1100 starvsfólk, harav umleið 35 eru staðsett á Rannsóknarstovuni.

Rannsóknarstovan umfatar:

  • Biokemi
  • Immunulogi og blóðbanka
  • Mikrobiologi
  • Patologi
  • Nuclearmedisin
  • Neurofysiologi

Krøv til umsøkjarar:

  • Bioanalytikari/bioanalytikaralesandi
  • Góðan hugburð og tvørfaklig samstarvsevni
  • Miðlan av vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit kunnu bjóða:

  • Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt starv
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Bioanalytikarafelagið og Fíggjarmálaráðið. Talan er um avloysarastørv á fulla tíð, 40 tímar um vikuna (kl. 8 -16).

Umsóknarfreistin er 15. mars 2025

Nærri upplýsingar fáast við at seta seg í samband við leiðandi bioanalytikara Birita K. Samuelsen, tlf. 304500, lokal 5601, t-post: birje@ls.fo

Vinarliga søk starvið her. 

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
 

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós