Sjúklingaleiðbeining

Sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk kunna ringja til sjúklingaleiðbeinararnar, um tørvur er á vegleiðing ella hjálp viðvíkjandi sjúklingagongdum.

Í Sjúkrahúsverkinum arbeiða vit tilvitað við sjúklingagongdum og miða altíð eftir at skipa góðar sjúklingagongdir. Uppgávan hjá sjúklingaleiðbeinarum er at tryggja, at tað eisini er galdandi í samlaðu sjúklinga- og sjúkugongdunum, ið t.d. eru tvørtur um deildir, deplar, sjúkrahús og lond. 

Sjúklingaleiðbeinarin kann hjálpa við:

  • Spurningum í mun til viðgerð, røkt og kanningum
  • Vera hjásitari til viðtalu
  • Vegleiða um persónligar spurningar
  • Annað, ring og spyr!

Sjúklingaleiðbeinararnir hava tagnarskyldu.
Sjúklingaleiðbeinararnir eru at hitta gerandisdagar á telefon 304629 ella á teldupost slb@ls.fo. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós