Ergoterapeutur til Psykiatriska Depilin
"Tín møguleiki at gera ein veruligan mun"
Ert tú ein eldhugaður ergoterapeutur við áhuga fyri at hjálpa menniskjum við psykiatriskum avbjóðingum? Ynskir tú at verða partur av einum nýskapandi toymi? Brennir tú fyri at gera eitt dygdargott arbeiði? So er tað kanska tær vit leita eftir. Á Psykiatriska Deplinum tørvar okkum ein virkisfúsan ergoterapeut at arbeiða fulla tíð. Starvið verður at seta 01.05.2025 ella eftir nærri avtalu og eitt ár fram.
Hetta er ein møguleiki at arbeiða ergoterapeutiskt innan fyri sjúkrahúspsykiatri og fáa neyvari kunnleika um tann partin av ergoterapeutiska økinum - á einasta staði í landinum har hetta verður gjørt. Samstundis er hetta eitt høvi til at flyta ergoterapeutiska arbeiðið í okkara nýggju umstøður, tá vit flyta meginpartin av virkseminum í nýggja H-bygningin á Landssjúkrahúsinum.
Hjá okkum fært tú møguleiki fyri at :
- Arbeiða við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum, har tú fært møguleika at gera mun í teirra rehabilitering
- Nýta eitt breitt úrval av ergoterapeutiskum arbeiðsamboðum, umframt sansastimbrandi viðgerðum, sum til dømis sansarúm við nýggjastu útgerð
- Arbeiða á eini deild, ið raðfestir tað tvørfakliga samstarvið, har tú fært sparring við aðrar eldhugaðar ergoterapeutar og starvsfelagar
- Ávirka og menna tí ergoterapeutisku viðgerðina í nýggjastu og nútímans karmum
- Gerast partur av einum fakligum og mennandi arbeiðsumhvørvi, har vit hvønn dag stremba eftir at menna okkum sum arbeiðspláss og veita tí bestu viðgerðina
Hvør ert tú?
- Tú hevur løggilding sum ergoterapeutur, hevur royndir (ella áhuga) at arbeiða við menniskjum, sum hava psykiatriskar avbjóðingar
- Tú brennir fyri at skapa eina jaliga broyting og arbeiða útfrá eini recovery tilgongd, so hin einstaki kann fáa ein meiningsfullan og sjálvstøðugan gerandisdag
- Tú hevur áræði og evni at arbeiða sjálvstøðugt, eisini samstarva, umframt at tú ert ein liðleikari
- Tú ert fleksibul, forvitin, og opin fyri nýggjum avbjóðingum
Hví velja okkum?
- Tú ert ein íløga hjá okkum: Hjá okkum fært tú ikki einans møguleikan fyri at arbeiða við spennandi avbjóðandi uppgávum, tú verður eisini stimbrað/ur til at menna teg fakliga og persónliga. Vit hava eina mentan, har reflektión, sparring, og læring er ein naturligur partur av gerandisdegnum.
- Fakligt strekt umhvørvið: Vit hava eitt toymi sum er fakliga sterkt, við nógvum royndum starvsfólki, sum brenna fyri at at gera eitt gott arbeiði.
- Eitt arbeiðspláss í gevur meining: Hjá okkum snýr tað seg ikki bert um arbeiði men um at skapa eitt umhvørvið, har vit kunnu hjálpa menniskjum við psykiatriskum avbjóðingum til at fáa eitt gott lív. Vit virðismeta hvønn einkultan starvsfelag og trúgva uppá, at saman koma vit á mál, og gott samstarv er vegurin fram.
Ert tú til dystin fús? Send okkum eina umsøkn í dag! Á Psykiatriska deplinum fært møguleikan at gera ein veruliga mun.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Ergoterapeutfelagið og Fíggjarmálaráðið.
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Kerstin Laksáfoss, leiðara, tlf. 227760, kerla@ls.fo
Umsóknarfreistin er 26.03.2025.
Vinarliga søk starvið her.
Prógv fyri útbúgving, autorisatión og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.