Sosialráðgevar á Landssjúkrahúsinum

Avtala er gjørd við Almannaverkið at lata tveir sosialráðgevar arbeiða á Landssjúkrahúsinum.

Uppgávurnar umfata m.a.:

  • Uppihaldsveiting í sambandi við sjúku.
  • Inntøkumiss til avvarðandi hjá doyggjandi undir 67 ár.
  • Rættindini hjá avvarðandi hjá sjúklingum.
  • Hjálpa við umsóknum um sjúkudagpengar, uppihaldsveiting, stakútreiðslur, hjálparráð, pensjón o.a.

Til ber hjá deildum ella sjúklingum sjálvum at heita á sosialráðgevarnar og avtala viðtalu.

Sosialráðgevararnir eru at hitta á Landssjúkrahúsinum:
Týsdag og hósdag frá kl. 10:30 til 14:30.

Samband fæst við at skriva til ls@av.fo ella tel. 360036, sum svarar týsdag og hósdag frá kl. 10:30 til 14:30.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós