10 Medisinsksongjadeild 11

Sjúkrarøktarfrøðingar til summarfrítíðarstørv

Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum til fulltíðar og parttíðar frítíðaravloysarastørv í skiftandi vaktum á Landssjúkrahúsinum í tíðarskeiðinum 01.06.2025 til og við 31.08.2025.

Økini, ið tørva summarfrítíðaravloysarar í ár, eru:

  • Skurðdeildin
  • Psykiatriska innleggingardeildin
  • Medisinsku seingjadeildirnar
  • Hæmodialyse ambulatorium
  • Barnakonueindin
  •  Intensiv/G1

Førleikar

  • Tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur ella tú ert lesandi
  • Dirvi, góð samstarvsevni og fleksibiliteti
  • Fakligan áhuga innan økini
  • Evni til skjótt at skapa tær yvirlit og arbeiða sjálvstøðugt
  •  Miðlan av vitan bæði til starvsfelagar á deildini og aðrar starvsbólkar, tað verið seg innanhýsis og uttanhýsis
  • Eitt opið og jaligt sinni
  • Góðan telduførleika

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at ringja 304500: 

  • Elin Vitalis, depilsleiðari á Skurðdeplinum, lokal 5102, elivi@ls.fo
  • Birna Mohr Joensen, depilsleiðari á Medisinska deplinum, lokal 6102, birjo@ls.fo
  • Eydna Lindenskov, depilsleiðari á Psykiatriska deplinum, lokal 4102, eydna.lindenskov@ls.fo
  • Jónleyg Fossabrúgv, depilsleiðari á Bráðdeplinum, lokal 5707, jonfo@ls.fo
  • Elin Helena Ásudóttir, depilsleiðari á Familjudeplinum, lokal 5302, elias@ls.fo

Umsóknarfreistin er tann 07.03.2025.

Vinarliga viðmerk í umsóknini, um hon kann verða send víðari til aðrar deildir, sum hava tørv á summarferiuavloysarum. 

Sjúkrarøktarfrøðingur til Skurðdeildina, vinaliga søk starvið her

Sjúkrarøktarfrøðingur til Psykiatrisku innleggingardeildina, vinarliga søk starvið her.

Sjúkrarøktarfrøðingur til medisinsku seingjadeildirnar, H1, vinarliga søk starvið her.

Sjúkrarøktarfrøðingur til Hæmodialyse ambulatorium, vinarliga søk starvið her.

Sjúkrarøktarfrøðingur til Barnakonueindina, vinarliga søk starvið her.

Sjúkrarøktarfrøðingur til Intensiv/G1, vinarliga søk starvið her.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.     

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós