Sjúklingarættindi
Á hesari síðu kanst tú lesa um tíni sjúklingarættindi.
Ávísing til viðgerð fyri persónar, ið búgva í Føroyum, umframt útlendingar
Viðgerð í sjúkrahúsverkinum er vanliga eftir ávísing frá kommunulækna, kommunulæknavaktini/1870 ella umvegis Bráðmóttøkuna.
Rættindi til ókeypis viðgerð
Hvørjir persónar hava rætt til ókeypis viðgerð og til hvørjar viðgerðir?
1. Tey sum hava havt fastan lógligan skrásettan bústað (og hava føroyskt p-tal) á Landsfólkayvirlitinum í Føroyum longri enn undanfarnu 6 vikurnar. Persónar sum flyta bústað úr Danmark ella Grønlandi hava rættindi beinanvegin tey hava skrásettan bústað í Føroyum. Rættindi fevna um alt slag av kanning, viðgerð og røkt.
2. Norðurlendingar og bretar (persónar við skrásettum bústaði í Danmark, Íslandi, Noregi, Finlandi, Svøríki, umframt Grønlandi og Stóra Bretlandi), hava rætt til ókeypis viðgerð í sambandi við bráðfeingis sjúku, bráfeingis skaða, bráfeingis barnsburð ella versnandi kroniska sjúku.
3. Persónar, sum hava fastan bústað í Danmark ella Grønlandi og sum ganga í skúla ella eru í læru í Føroyum hava rætt til øll sløg av kanning, viðgerð og røkt.
4. Persónar, sum í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði eru búsitandi uttanfyri Føroyar, sum eru í Føroyum, og sum frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans hava, eftir ávísing frá lækna, rætt til ókeypis veitingar og viðgerð í føroyska heilsuverkinum eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri persónar, sum eru búsitandi í Føroyum.
Ert tú lesandi við barn, og býr í Danmark, men ynskir at eiga á Landssjúkrahúsinum, eru serligar reglur galdandi. Set teg í samband við Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum.
Gjald fyri viðgerð
Persónar og viðgerðir sum ikki eru fevndar av hesum ásetingum um ókeypis viðgerð skulu gjalda fyri viðgerðina í sjúkrahúsverkinum.
Henda avrokning verður gjørd við endan av viðgerðini og tekur støði í donsku DRG-avrokningarskipanini. Møguleiki er við viðgerðarbyrjan at geva eina ábending um viðgerðarkostnaðin. Rindað verður antin kontant/gjaldskorti ella umvegis tryggingarfelag ella arbeiðsgevara.
Eru ivamál viðv. rættindunum og møguleikum fyri viðgerð hjá útlendingar ber til at venda sær til Uttanlandstænastuna á uttanlandst@ls.fo ella á tel. 30 45 00 lokal 1150. - gerandisdagar frá kl. 8.00-16.00.
Kæruvegleiðing
Tað eru ymiskir klagu- og kærumyndugleikar, sum taka sær av klagumálum um sjúkrahusverkið, alt eftir hvat klagað verður um.
Sí faldara her, sum í stuttum greiðir frá klagu- og kærumøguleikum í heilsuverkinum.
Ynskir tú neyvari kæruvegleiðing, so ert tú vælkomin at seta teg í samband við Stjórnarskrivstovuna á Landssjúkrahúsinum á t-post ls@ls.fo ella á tlf. 304592.
Tørvar tær hjálp til at kæra, hevur tú møguleika at seta teg í samband við Rættarhjálpina.
Klagur um heilsufakligt virksemi, heilsustarvsfólk og noktandi innlit í sjúkujournal
Klagumyndugleiki er Styrelsen for Patientklager, sum viðgerð klagur um heilsufakligt virksemi, heilsustarvsfólk ella noktandi innlit í sjúkujournal.
Sí kunning á heimasíðu teirra her.
Sí vegleiðing á føroyskum her.
Sí klaguskema her.
Gevið gætur at kærufreistin er 2 ár eftir, at sjúklingurin fann útav – ella burdi havt funnið útav – um tað, sum kært verður um. Um tað eru gingin meira enn 5 ár síðan, hendingin hevur funnið stað, er málið fyrnað.
Freistin at kæra um noktað innlit í sjúklingajournal er 2 ár eftir, at sjúklingurin fekk noktandi svar uppá innlitisumbønina.
Fíggjarligt endurgjald fyri skaða ella mein, sum avleiðing av kanning ella viðgerð
Til ber at leggja endurgjaldsmál fyri Patienterstatningen, um mett verður, at sjúklingur hevur fingið skaða ella mein av kanning ella viðgerð í sjúkrahúsverkinum.
Sí kunning á heimasíðu teirra her.
Sí klaguskema her.
Gevið gætur at kærufreistin er 3 ár eftir, at sjúklingurin fann útav – ella burdi havt funnið útav – at viðkomandi hevur fingið ein skaða. Um tað eru gingin meira enn 10 ár, síðan sjúklingurin var í viðgerð, er málið fyrnað.
Klagur um tvingsil í psykiatriini
Kærast kann til Psykiatrisku Sjúklingakærunevndina hjá Føroya Kærustovni, um persónur í sambandi við innlegging á psykiatrisku deild verður útsettur fyri tvingsli.
Sí kunning á heimasíðuni hjá Føroya Kærustovni her.
Klagur um fyrisitingarligar avgerðir
Kærast kann til Føroya Kærustovn um fyrisitingarligar avgerðir tiknar í sjúkrahúsverkinum.
Sí kunning á heimsíðuni hjá Føroya Kærustovni her.
Gevið gætur at kærast skal innan 4 vikur, eftir at kærari hevur fingið fráboðan um avgerðina.
Klagur um fyrisitingarliga málsviðgerð
Klagast kann til Løgtingsins Umboðsmann um, hvussu fyrisitingarlig málsviðgerð er farin fram í sjúkrahúsverkinum.
Sí kunning á heimasíðu teirra her.
Fulltrú, um tú umboðar ein sjúkling
Um tú kærir ella umbiður innlit í sjúkujournal vegna ein sjúkling, skal viðkomandi veita tær fulltrú. Sí skjal um fulltrú her.
Gera vart við tænastustøðið
Um tú ynskir at gera vart við ónøgdsemi í sambandi við røkt ella tænastustøðið í Sjúkrahúsverkinum, kann skriv sendast beinleiðis til sjúkrahúsleiðslu á ávikavist Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar Sjúkrahúsi ella Suðuroyar Sjúkrashúsi.
Send ein t-post til ls@ls.fo , ks@ks.fo ella ssh@ssh.fo og skriva, hvønn klagan er stílað til.