10 Medisinsksongjadeild 11

Sjúkrarøktarfrøðingur til medisinsku songjadeildina H1 - Neurologi og Dermatologi toyminum

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir hervið eftir einum sjúkrarøktarfrøðingum at byrja 1. apríl 2025. Talan er um fast starv, á brøk 0,8 í blandaðum vaktum.

H1 er songjardeild við 35 songjarplásssum, deilt á trý toymir. H1 – Neurologi og Dermatologi toymið taka ímóti elektivum og akuttum sjúklingum við apopleksi, og øðrum nerurologiskum sjúkum, umframt sjúklingum innan dermatologi. Toymið hevur pláss fyri 8 sjúklingum. Virksemið í toyminum er í samstarvið við amnulatoriir innan somu sergreinar. Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar í toyminum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum eru:

·          Sjúkrarøkt, viðgerð og endurvenjing til sjúklingar innan sergreinar á deildini

·          At útinna, leiða, miðla og menna sjúkrarøktina

Vit leggja dent á:

  • at tú hevur prógv sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • at tú hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
  • at tú hevur fakligan áhuga innan økið
  • at tú hevur góðan telduforleika
  • at tú hevur viljan og evni at brúka reflektión sum lið í menningini
  • at tú kann undirvísa og miðla vitan til starvsfelagar, sjúklingar, avvarðandi og aðrar samstarvspartnarar

Vit kunna bjóða:

  • innleiðslu og upplæring á deildini
  • eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
  • fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv
  • fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsningar um størvini fáast við at venda sær til Elisabeth Hjaltalin funktiónsleiðara á B7, tlf. 304500 lokal 6067 ella á t-post elihj@ls.fo 

Umsóknarfreistin er tann 17. februar 2025.

Vinarliga søk starvið her, ella send umsókn við CV á umsokn@ls.fo.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkinum “Um okkum”.

Um viðkomandi sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós