31 Bygningar LS 1

Deildarleiðari til Anestesideildina á Landssjúkrahúsinum

Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir deildarleiðara til Anestesideildina til setan 01.05.2025 ella eftir nærri avtalu.

Bráðdepilin veitir tænastur tvørtur um klinisku deplarnar og umfatar økini Anestesideild, Viðrakning, Intensiv, Bráðmóttøku/Skaðastovu, Kommunulæknavakt, Sjúkraflutningstænastu og Endurvenjingareind.

Á  Anestesideildini arbeiða anestesisjúkrarøktarfrøðingar og anestesilæknar. Deildin er skipað við einum  deildarleiðara við ábyrgd fyri sjúkrarøktini innan anestesiøkið, og depilsleiðslu, sum hevur evstu ábyrgd av deildini. 

Á deildini verða gjørdar umleið 2700 anestesiir um árið. Anestesisjúkrarøktarfrøðingar eru eisini partur av trauma- og hjartastopptoyminum, umframt at doyva til ECT-viðgerðir og leggja PVK á deildunum. Eisini eru anestesisjúkrarøktarfrøðingar við til bráðfeingis sjúkraflutning til Danmarkar.

Arbeiðið sum deildarleiðari fevnir um

  • At vera fyrisitingarligur og fakligur leiðari hjá starvsfólkunum á Anestesideildini
  • At umsita fíggjarjáttanina fyri deildina 
  • At virka fyri menning innan anestesiøkið
  • At skipa fyri undirvísing og menning av starvsfólkinum á deildini
  • At gera og skipa fyri mannagongdum fyri tey ymsu økini á deildini
     

Førleikar

  • Prógv og góðkenning sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir sum anestesisjúkrarøktarfrøðingur 
  • Útbúgving og/ella royndir innan leiðslu er ein fyrimunur, men ikki eitt krav 
  • Góðan telduførleika

Vit vænta at tú

  • Hevur hug og áræði at virka fyri menning, har sjúklingurin verður settur í fremstu røð
  • Er eldhugað/ur og megnar at geva fakligan  íblástur til starvsfelagar
  • Hevur góð samskiftis- og samstarvsevni
  • Virkar fyri góðum arbeiðsumhvørvi, sjúkrarøktarfakliga og tvørfakliga

Vit bjóða 

  • Eitt mennandi og spennandi starv við fakliga dugnaligum starvsfeløgum
  • Góða innleiðslu
  • Samstarv, sparring og stuðul frá deildar- og depilsleiðslu 

Lønar - og setanartreytir sambart sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jonleyg Fossabrúgv, depilsleiðara á lokal 5707, jonfo@ls.fo, ella Elin Jensen, depilsleiðara á lokal 5703, elije@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 31.03.2025.

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós