12 Psykiatriinvaksin 6
Landssjúkrahúsið

ADHD Klinikkin

ADHD Klinikkin hevur serkunnleika í at viðgera vaksin við ADHD.

Høvuðsuppgávan er at bjóða heilivágsviðgerð, stuðlandi samrøðu undir tillagan av heilivági, og undirvísing saman við avvarðandi um ADHD.

Ávísing

Lækni á Psykiatriska deplinum kann ávísa teg til ADHD klinikkina, tá tú hevur fingið staðfest ADHD. 

Fyri at fáa útgreining fyri ADHD, skalt tú fáa ávísing frá kommunulækna.

Bíðilistar

Langur bíðilisti er til at fáa útgreinan av ADHD á Landssjúkrahúsinum. Les um bíðilistar her.

Alt um ADHD

Hevur tú lyndi til at bíða við keðiligu tingunum? Verður tú kropsliga illa við, tá tú verður biðin, um at seta teg í ein stól og lurta? Og er (sam)skipan eitt tað besta tú veit, men eitt tað ringasta hjá tær at útinna? Les um ADHD her.

Alt um ADD

Kennir tú teg aftur í fleiri kenniligum sjúkueyðkennum við ADHD, hóast tú lættliga kann sita í friði og sjáldan órógvar onnur? Vart tú dagdroymandi næmingurin í skúlanum, sum ofta hvarv í tínum egna tankameldri? Les um ADD her.

Poddvarp

Psykiatriski depil á Landssjúkrahúsinum hevur framleitt poddvarpsrøð um ADHD. 

Hoyr partarnar her.

Tilfar og viðkomandi slóðir

Áhugafelagsskapir hava nógv ymiskt hent tilfar um ADHD. Sí meira í brotunum niðanfyri.

ADHD felagið

ADHD felagið arbeiðir fyri at varpa ljós á ADHD og ADD. Les um ADHD felagið her.

ADHD-felagið og Autismufelagið hava gjørt samstarvsavtalu um vegleiðing til limirnar í báðum feløgunum. Les meira her.

Hevur tú tørv á sparring við øðrum, sum hava upplivingar við ADHD? Melda teg til sjálvhjálparbólk ella avvarðandibólk. Les meira her.

ADHD felagið hevur savna filmar, framløgur og dokumentarar um ADHD/ADD, til tín, ið vil vita meira um evnið. Sí meira her.

Sinnisbati

Sinnisbati er áhugafelag teirra, ið hava sálarsjúku og avvarðandi teirra. Les meira um Sinnisbata, og arbeiði tey gera her.

Sinnisbati hevur gjørt eina síðu, ið savnar kunning um at leita sær hjálp. Les meira her.

Autismufelagið

Autismufelagið er áhugafelagið hjá teimum, sum hava autismu, ella á einhvønn hátt varða av fólki, ið hava autismu. Les meira her.

Endurnýggja resept

Tú kanst endurnýggja resept, við at senda teldupost til psykmed@ls.fo 

Í teldupostinum skal upplýsast:

  • Fornavn og eftirnavn
  • Føðidato
  • Navn og styrki á heilivági, sum skal endurnýggjast

Samband

Deild

ADHD Klinikkin
(P10) Eiragarður 19, 100 Tórshavn

Leiðandi starvsfólk

Birgit Andersen , Sjúkrarøktarfrøðingur, Funktiónsleiðari Ambulant vaksin og Økispsykiatriin
Ragnar , Yvirlækni, Funktiónsleiðari Ambulant vaksin og Økispsykiatriin

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós