9 Endurvenjingfysioterapi 13
Klaksvíkar Sjúkrahús

Endurvenjing eftir skurðviðgerð í armi

Venjing eftir skurðviðgerð í akslum, albogum, handliðum og fingrum. 

Nærri kunning um viðgerð

Innan viðgerð

Eftir at ávísing er móttikin, kemur fysioterapeutur á sjúkrahúsdeildina, og saman tosa vit um gongdina og tað, sum eftirfylgjandi kemur at fara fram. Vit venja eisini henda dagin.

Undir viðgerð

Ergoterapeuturin vegleiðir tær í venjingunum undir innleggjan. Vit venja saman tvær ferðir dagliga. Teir fyrstu 2-3 dagarnir heintar ergoterapeuturin teg á sjúkrahúsdeildini. Síðani avtala vit, at tú møtir í Ergo- og fysioterapiini hvønn morgun kl 10:00 og kl 14:00.

Eftir viðgerð

Eftir útskrivan fært tú eina tíð til ambulanta venjing. Vit venja 2-3 ferðir um vikuna, og venjingin varar umleið 3-6 mánaðir. Um tú ynskir, kanst tú koma at venja í Ergo- og fysioterapiini tvær ferðir árliga. Hetta krevur nýggja ávísing.

Uppfylging

Eftir at venjingarnar eru komnar at enda, fært tú eina venjingarskrá útflýggjaða, sum ergoterapeuturin hevur víst tær.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 1, stovuhædd

Leiðandi starvsfólk

Benadicta Sólheim Ellingsgaard , Deildarleiðari
benadicta@ks.fo
Poula Dulavík Berg , Varaleiðari
poube@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós