CT skanning
Ein CT skanning er ein teldustýrd røntgenmyndatøka, har tað er møguligt at kanna ymiskar partar av kroppinum. Ein CT skanning vísir gøgnini meira nágreiniligt, enn ein vanlig røntgenmynd.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Tak tín heilivág sum vanligt
Heilivágur ávirkar ikki kanningina, so tú kanst taka tín heilivág sum vanligt.
Tak blóðroynd áðrenn kanning
Til nakrar CT skanningar er neyðugt at geva skuggaevni (kontrast) inn í æðrarnar - les meira um hetta undir punktinum "undir kanning". Tá er neyðugt hjá okkum at hava blóðroynd av tínum kreatinini. Tú fært blóðroyndarseðil útflýggjaðan frá ávísandi lækna.
Um tú skalt drekka vatn
Til nakrar kanningar av búkinum, er neyðugt at drekka vatn áðrenn kanningina. Um so er, fært tú nærri boð um hetta, tá ið tú verður innkallað/ur.
Við barn og bróstageving
Boða okkum frá í góðari tíð, um tú ert við barn ella gevur bróst, av tí at tað kann ávirka, hvør kann skal gerast og hvussu.
Nýt ikki metalprýði
Áðrenn kanningina – og helst heimanifrá – skalt tú taka burtur allar metallutir á tí økinum, sum skal kannast. Tað kann t.d. vera smúkkur, ur og snarlás. o.a.
Undir kanning
Tú liggur á einari legu, sum flytir seg ígjøgnum CT skannarin. Meðan legan flytir seg, tekur skannarin myndir av kroppinum. Við atliti til myndagóðskuna er tað týdningarmikið, at tú liggur still/ur og ikki hevur nakað metal á tær.
Um tú skalt hava skuggaevni
Til nakrar kanningar er neyðugt at geva skuggaevni inn í æðrarnar. Skuggaevni er ein klár væta, sum ger tað lættari hjá røntgenlæknunum at tulka myndirnar. Tú fært eitt lítið katetur lagt í eina æðr við einari nál, og skuggaevnið verður sprænt inn undir skanningini. Tú kanst fáa kensluna av hita í øllum kroppinum, trongd til at lata vatnið og metal smakk í munnin. Hetta fer tó skjótt burtur aftur. Kateturið verður tikið úr, tá ið skanningin er liðug.
Kanningartíð
Kanningartíðin er ymisk, alt eftir hvat tú skal kannast fyri. Skalt tú hava skuggaevni inn í eina æðr, tekur tað longri tíð. Kanningartíðin kann sostatt vera frá umleið 10- 40 min.
Eftir kanning
Um tú hevur fingið skuggaevni
Skuggaevni kann elva til ovurviðkvæmi, og tí skalt tú bíða í móttøkuni á Røntgendeildini í ½ tíma eftir at tú hevur fingið skuggaevni. Ovurviðkvæmi kann m.a. vísa seg við útslett, kvalma, spýggju, trongd ella skriða í hálsinum. Merkir tú nakað óvanligt, skalt tú siga frá í móttøkuni á Røntgendeildini.
Drekk ríkiligt
Drekk nógva vætu restina av degnum t.d. vatn, saft ella juice. Tá ið kroppurin fær nokk av vætu, hjálpir tú nýrunum at fáa skuggaevni úr kroppinum aftur. Eftir einum døgni er alt skuggaevni farið úr kroppinum við landinum, og tú hvørki sært ella merkir meir til tað.
Uppfylging
Svar uppá kanningina fer til ávísandi lækna ella deild, og tú skalt sjálv/ur biðja um svarið, uttan so at onnur avtala er gjørd. Tú fært nærri kunning um svartíðina á kanningardegnum.
Hevur tú spurningar um kanningina, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Røntgendeildina.
Samband
Deild
Røntgendeildin á Suðuroyar SjúkrahúsiVitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Agnete Krambeck Vestergaardagnete@ssh.fo
Hent kunning
Finn veg
Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.
Seingjadeildin hevur profil á Instagram.
Tit eru vælkomin at fylgja við.
Blómur
Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.