Sálarfrøðingur til neurosálarfrøðisliga øki í Sjúkrahúsverkinum
Sjúkrahúsverkið søkir eftir einum sálarfrøðingi ið ynskir at arbeiða innan neurosálarfrøðisliga øki. Talan er um eitt farloyvisstarv á starvsbrøk 1,0 frá 01.04.2025 til 30.03.2026 at byrja 01.04.2025 ella eftir avtalu. Arbeiðsøkið fevnir um alt landið og øll trý sjúkrahúsini - Klaksvíkar sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús.
Um starvið
Arbeiðið fevnir m.a. um at kanna fólk við heilaskaða/heilasjúkum, veita ráðgeving til sjúklingar og avvarðandi og luttaka í tvørfakligum samstarvi. Undirvísing av starvsfólki innan øki verður eisini ein partur av arbeiðsuppgávuni. Í starvinum hevur tú møguleikan at verða við til at menna og mynda neuroendurvenjingarøkið í Sjúkrahúsverkinum.
Staðsetingin sálarfrøðinginum verður á Bráðdeplinum á Landssjúkrahúsinum og kemur tú at vísa til leiðaran á Endurvenjingini.
Tú kemur at verða knýttur at m.a. neurologiska ambulatorium og neurologisku endurvenjingartoymunum á øllum trimum sjúkrahúsunum, hvørs toymir eru mannað við audiologopedum, ergoterapeutum, fysioterapeutum, heilsuhjálpara, hjálparafólki, kliniskum sexologi, psykoterpeuti, sálarfrøðingi. Toymini arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi við læknar, sjúkrasystrar og aðrar fakbólkar á deildunum.
Førleikakrøv
- Útbúgving sum sálarfrøðingur , gjarna við ella á veg til at gerast autoriseraður.
Fyrimunir
- Serútbúgving innan kliniska neurosálarfrøði
- Fakligar royndir innan neurologi og neurologiskar sjúkur
- Royndir at gera neurosálarfrøðiligar kanningar
- Førleika at undirvísa og miðla neurosálarfrøðisligar observatiónir tvørfakliga bæði skrivliga og munnliga
- Evni at seta í verk fyriskipanir
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt
- Góðar telduførleikar
Vit vænta
Eitt starvsfólk, ið er fyrikomandi og álitisvekjandi. Vísir góðan hugburð og hevur fokus á tvørfakligum samstarvi. Eisini verður væntað høgt fakligt støði, og vitan um nýggjastu granskingina á økinum.
Vit bjóða
- Eitt áhugavert og avbjóðandi starv við fjølbroyttum uppgávum í einum mennandi og tvørfakligum umhvørvi
- Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi
- Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
- Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi
- Felags innleiðslu
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Álv Hansen, leiðara í Endurvenjingini, tlf. 211602 ella á alvha@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 02.04.2025.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.