Logo

Landsdemenssamskipari til Suðuroynna

Á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er eitt starv  sum landsdemenssamskipari leyst at søkja frá 1. mai 2025. 

Starvið eru staðsett á Demensklinikkini á Landssjúkrahúsinum og arbeiðsøkið er í  kommunalu samstarvsøkinum hjá Suðuroyar Bú- og Heimatænastuni (BHS) .

Talan er um eitt starv í niðursettum brøki, 0,6.

Starvskarmar og innihald hjá Landsdemenssamskiparunum:

Landsdemenssamskipanin er partur av ætlanini um eitt demensvinarligt samfelag og skal tryggja, at vitan um demens kemur út til fólk, - tey við demens, teirra avvarðandi og onnur, sum skulu veita hjálp í samband við demensin.

Tað er eitt av strategimálunum hjá Sjúkrahúsverkinum at arbeiða við at menna demensvinarliga samfelagið.

Tann demensrakti skal verða í miðdeplinum í øllum tilgongdum, og  landsdemenssamskiparin skal á sínum kommunala øki virka fyri bestu tænastu um tann demensrakta og avvarðandi, - hetta saman við ymiskum samstarvsfeløgum.

Uppgávurnar eru: 

  1. At verða við til útgreinan á Demensklinikkini. At hava viðtalur og fylgja viðgerðunum, sum verða settar í verk. At gera uppfylgjan í tí sambandinum við at stuðla og ráðgeva kommunalu demenssamskiparunum, Almannaverkinum, demensraktum og avvarðandi.
  2. At vera forlongdi armurin frá demensklinikkini - út til kommunurnar og annars landið sum heild. At  vegleiða samstarvsfeløgum, so tey verða før fyri at undirvísa og gera samrøðubólkar til persónar við demens og avvarðandi. Menna tann sosialpædagogiska hugburðin og vera tann reflekterandi praktikarin.
  3. At menna tilfar til vitan um demens saman við starvsfeløgum á Demensklinikkini

Førleikakrøv:

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Royndir innan demensøkið
  • Um eingin skikkaður sjúkrarøktarfrøðingur søkir starvið, tilskila vit okkum rætt til at seta ein við aðrari heilsufakligari útbúgving, sum hevur demenssamskipara prógv og/ella royndir innan demensøkið.

Ynskiligt er, at tú hevur:

  • Útbúgving sum demenssamskipari
  • Hegni at megna nógvar bóltar um somu tíð, tí starvið fevnir breitt
  • Vilja at arbeiða í broytingartilgongdum
  • Hugin og viljan at arbeiða tvørfakliga, rehabiliterandi, heilsufremjandi, fyribyrgjandi  og vitanardeilandi

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi starv innan demensøkið
  • Innleiðslu og upplæring í starvinum. 
  • Regluliga supervisión
  • Mentor fyrstu tíðina 
  • Luttøku í felags menning innan økið. Fakliga sparring við starvsfelagar innan landsdemensskipan eftir tørvi. 

 

Lønar- og setanarviðurskifti

Eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita um størvini við at ringja á tlf. 234687 til Marjun Restorff, deildarleiðara á P60, lsmarre@ls.fo

Umsóknarfreist: 3. apríl 2025

Vinarliga søk starvið her.

 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós