Ls Bygningr

Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir vaktplanleggjara

Dámar tær at leggja putlispøl ? Megnar tú at hava nógvar bóltar í luftini og fáa alt at ganga upp í eina hægri eind ? Kundi tú hugsað tær at arbeitt við vaktplanlegging og tilfeingisstýring á innleggingardeildini P40 og psykiatrisku tænastuni í læknavaktini ? 

So hava vit eitt nýtt og spennandi starv til tín. Sum vaktplanleggjari er tín uppgáva at gera vaktplan fyri innleggingardeildina og psykiatrisku tænastuna í læknavaktini. Hetta verður gjørt í tøttum og dagligum samstarvi við leiðsluni á deildini. Hetta so at tú verður upplivað/ur sum ein tænastuveiting og stuðul hjá leiðsluni, so bæði tørvurin hjá sjúklinginum, trivnaðurin hjá starvsfólkunum og fíggjarstýringin av deildini er í miðdeplinum.

Arbeiðsstaðurin er á núverandi innleggingardeildini P40, og seinni flyta vit í nýggja deild í nýggja H-bygninginum. Vit taka ímóti sjúklingum í øllum aldri, sum hava tørv á útgreining, røkt og viðgerð fyri ymiskar psykiatriskar sjúkur, og vit arbeiða í tøttum tvørfakligum samstarvi, har hvør fakbólkur sær virkar við síni útbúgving, vitan og kunnleika fyri at birta undir rehabilitering og recovery hjá innløgdu sjúklingunum. 

Tín uppgáva verður í høvuðsheitum at stuðla deildarleiðsluni og klinikkini við sterkari og dygdargóðari vaktplanlegging og at skipa vaktplanleggingina útfrá meginreglunum hjá deildini.

Vaktplanleggingin verður tilrættaløgd eftir leistinum, sum leiðslan hevur sett í kortið. 

Tínar arbeiðsuppgávur verða eftir avtalu við leiðsluna millum annað at:

  • Gera arbeiðsætlan
  • Gera arbeiðsrull
  • Tryggja at allar vaktir eru dekkaðar
  • Viðvirka til skynsaman rakstur
  • Javnviga millum fíggjarætlan, tørv á frammøti og tørvurin á fakligum førleikum og taka støði í ynskinum hjá starvsfólkunum um vaktir, feriu, menning v.m. 
  • Samskipa vaktplanleggingina og royna loysnir fyri broytingum, sum taka støði í sáttmálanum hjá starvsfólkunum
  • Tilrættisleggja t.d. feriu og halda skil á norm og avspáking
  • Skrivstovuuppgávur av ymiskum slagi

Tú kemur at tilrættaleggja fyri starvsfólkini á deildini,  sum arbeiða í skiftandi vaktum t.e. dag-, kvøld- og náttarvaktum og starvsfólkum, sum arbeiða í psykiatrisku tænastuni í læknavaktini  - hesi arbeiða í kvøldvakt. 

 Vit bjóða

  • At tú verður partur av einum felagsskapi, har vit hjálpa hvørjum øðrum og draga eina línu
  • Ein gerandisdag við ymiskum samstarvspørtum og fakbólkum
  • Møguleiki er at seta dám á starvið

Psykiatriski depilin arbeiðir við skipanini Vaktplan hjá Gjaldstovuni. 

Hvør ert tú?

Um tú hevur skrivstovuútbúgving ella ert klinikari hevur minni at siga. Tað hevur týdning, at tær dámar at arbeiða við vaktplanlegging, og tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir á økinum. 

Tú hevur evnir at ganga á odda í mun til at skapa samvirkan og samstarva í mun til eina kompleksa uppgávu á deildini. 

Tú hevur góðar samskiftisførleikar og kann handfara nógvar arbeiðsuppgávur, kanst handfara kompleksar upplýsingar í trúnaði og fremja planleggingina í verki. 

Setanarumstøður

Talan er um eitt royndarstarv í eitt ár í fullum brøki. Møguleiki er eisini at arbeiða niðursettan brøk. Talan kann møguliga verða um forskotna møtitíð. 

Starvið verður sett 1. mai 2025 ella skjótast tilber. 

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. 

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta teg í samband við Lisbeth Vang, deildarleiðara á P40, á t-post lisbeth.vang@ls.fo ella til depilsleiðara Eydnu Iversen Lindenskov á t-post eydna.lindenskov@ls.fo.

 Umsóknarfreistin er tann 2. apríl 2025

 Vinaliga søk starvið her

 Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós