PKU screening fyri CTD
Hetta er ein eyka blóðroynd fyri CTD (Carnitin Transporter Defekt).
Fyri at tryggja, at CTD-kanningin av nýføddum er so álítandi sum til ber, fáa allir nýføðingar tilboð um eyka blóðroynd 4 vikur eftir føðing fyri at kanna karnitininnihaldið í blóðinum.
Orsøkin til hesa endurkanning er, at karnitininnihaldið í blóðinum hjá nýføðingum kann vera ávirkað av karnitininnihaldinum hjá mammuni, tá vanliga PKU-royndin verður tikin 2-3 dagar eftir føðing. Tað er tí ein ávísur vandi fyri, at vanliga PKU-royndin ikki megnar at staðfesta CTD hjá nýføðingi.
Ávirkanin frá mammuni hvørvur eftir nøkrum vikum, og er nýggja skipanin við eyka blóðroynd eftir 4 vikum sett í verk fyri at tryggja, at øll børn, sum hava CTD, fáa staðfest sjúkuna, so tey kunnu fáa rætta heilivágin við karnitinískoyti.