Sjúkrarøktarfrøðingur til ADHD klinikkina á Psykiatriska deplinum
ADHD er í løtuni tað skjótast vaksandi arbeiðsøkið í vaksin psykiatri. Nú hevur tú møguleikan at økja tína fakliga vitan um hetta økið. Á ADHD klinikkini á Psykiatriska deplinum er eitt starv sum sjúkrarøktarfrøðing leyst at søkja. Starvið er frá 01.06.2025 til 31.05.2026 á brøki 0,8.
Arbeiðsøkið hjá sjúkrarøktarfrøðinginum innan hesa uppgávu inniber viðtalur, kanningar og eftirviðgerð. Harumframt undirvísing og ráðgeving av avvarandi og øðrum myndugleikum. Talan er um eitt sjálvstøðugt arbeiði, har tú eisini arbeiðir tætt saman við tínum starvsfeløgum.
Arbeitt verður í løtuni við at skipa alla ambulantu vaksinpsykiatriina sum eina eind og kann hetta koma at merkja broytingar í arbeiðsuppgávuni innan ADHD klinikkina. Vit arbeiða áhaldandi við betran av okkara tænastu til einstaka sjúklingin. Vit arbeiða við betranararbeiði í Sjúkrahúsverkinum og verður hetta gjørt eftir háttalagnum Quality Improvement.
Hvør ert tú ?
- Tú ert útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, hevur royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur og kanska eisini innan arbeiði við ADHD.
- Tú ert forvitin eftir at læra meira um psykiatriskar avbjóðingar. Vit eru her fyri sjúklingarnar. Teimum tørva at vit møta teimum við yvirskoti, so tey kunnu fáa ein tryggan gerandisdag aftur. Tú møtir sjúklingunum og teirra lívssøgu við tolni og á rúmligan hátt og vilt bera vónina fyri tey, sum ikki megna tað sjálvi.
- Tú ert ein liðleikari. Sum toymi hava vit brúk fyri styrkjunum og ymiskleikanum hjá hvørjum øðrum fyri best at koma at málinum. Tá vit skulu arbeiða tvørfakliga, er umráðandi at tú sum starvsfelagi hevur viðring fyri øðrum starvsfeløgum og ert opin fyri íblástri frá øðrum og dugir at læra frá tær. Tú dugir at raðfesta og virka sjálvstøðugt í uppgávunum.
Er hetta tú? So er tað tær, vit leita eftir.
Hvørji eru vit ?
Tú fært nakrar dugnaligar og eldhugaðar starvsfelagar, sum brenna fyri sínum arbeiði, og sum kunnu geva tær góða innleiðslu í arbeiðið. Vit hava møguleika fyri refleksión saman við starvsfeløgum, skipaða supervisión og góðar møguleikar at mennast fakliga. Summi hava arbeitt her í mong ár og summi eru komin seinni, men øll stremba eftir at skapa eitt gott arbeiðspláss, har vit altíð gleða okkum til næsta arbeiðsdag.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Birgit Andersen, deildarleiðara, tlf. 234557 e-post birgit.andersen@ls.fo ella Eydnu I Lindenskov depilsleiðslu eydna.lindenskov@ls.fo
Umsóknarfreistin er 07.04.2025.
Søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.