Barsilsstarvstarv í 1. level support á Landssjúkrahúsinum
Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum, og hevur til endamáls at geva viðgerð á altjóða støði. Vit leita eftir einum KT-supportara sum veitir tænastu, ið fevnir um øll starvsfólk í øllum Sjúkrahúsverkinum. Talan er um eitt fulltíðarstarv, við setan fram til 31. november.
Heilsunet er eitt av størstu KT-kervum í landinum við góðum 2000 brúkarum, sum fevnir um øll trý sjúkrahúsini, umframt Kommunulæknar og eldraøkið. Heilsunet er grundvøllurin undir øllum heilsuskipanum, og harvið bulurin undir okkara kliniska virksemi, nevnliga vælvirkandi kliniskum starvsfólkum og sjúklingaskráum. Áhaldandi menning av talgilding innan Sjúkrahúsverkið setir sera høg krøv til allar partar, ikki minst til heilsustarvsfólk, KT-starvsfólk og dátutrygd. Atgongd til fakskipanir er avgerandi fyri effektiva sjúklingaviðgerð.
Á KT-deildini arbeiða í løtuni 9 fólk umframt leiðaran. KT-deildin er partur av Fíggjar- og KT stápinum á Landssjúkrahúsinum, sum eisini fevnir um fíggjardeildina, bókhaldið, lønardeildina, THS og KT-trygd.
Starvsøki og uppgávur í høvuðsheitum
Servicedesk - í dagligari talu KT-skivan - veitir KT-hjálp til starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum og onnur, ið hava knýti til okkara fakskipanir, t.d. kommunulæknar og eldraøkið. Tú verður partur av Servicedesk og kemur at veita 1. level KT-hjálp.
Uppgávurnar hjá Servicedesk fevna millum annað um:
- at veita 1. level KT-hjálp til starvsfólk og brúkarar av okkara KT-skipanum
- at skráseta uppgávur í okkara skrásetingarskipan, og tryggja at serfrøðingar/ veitarar fáa boð tá feilir henda
- umsiting av brúkarum og brúkaraatgongd í okkara skipanum, m.a. Active Directory og Cosmic
- umsiting og support av ymiskum fakskipanum
- at seta upp KT-útgerð og feilfinning av, m.ø. teldum, teldlum, prentarum og fartelefonum
- at gera brúkaravinarligar vegleiðingar, bæði til innanhýsis brúk á KT-deildini og til sjálvhjálp hjá okkara starvsfólkum umvegis Servicedesk skipanina.
Vit sóknast eftir ábyrgdarfullum, fyrikomandi og tænastusinnaðum KT-supportara at arbeiða fulla tíð ímeðan ein av okkara supportarum er í barsil. Sum partur av Servicedesk á KT-deildini kemur tú, í tøttum samstarvi við tínar starvsfelagar, at verða ein týðandi liðleikari í arbeiðinum at tryggja eina munagóða, vinarliga og fyrsta floks tænastu til okkara starvsfólk. Tú kemur at hava eina breiða kontaktflatu, bæði við starvsfólk, brúkarar og til tíðir eisini veitarar, og kemur tískil at loysa fjølbroyttar uppgávur. Til hetta krevst stórt áræði og yvirlit, har ofta nógvir bóltar eru í spæli í senn.
Førleikar
Vit ímynda okkum, at tú hevur tev og áhuga fyri KT. Tað er týdningarmikið at tú hevur góð samstarvs- og samskiftisevni, at tú dugur at skipa arbeiðið, klárar at skapa álit og at starvsfólk føla seg trygg, tá tey seta seg í samband við Servicedesk. Fyrimunur kann vera, um tú hevur royndir at arbeiða í einum servicedesk.
Vit bjóða
- Felags innleiðslu og upplæring
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Tvørfakligt samstarv í øllum Sjúkrahúsverkinum
- Eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum mennandi avbjóðingum
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.
Arbeiðsstaðurin er Landssjúkrahúsið. Vit stremba áhaldandi eftir, at karmarnir eru góðir til at gera arbeiðið til fulnar. Vit leggja dent á, at starvsfólk trívast og mennast. Tú fert at starvast í einum nýhugsandi og framfýsnum KT-umhvørvi saman við dugnaligum og ágrýtnum starvsfeløgum.
Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Bjarna Fríðberg, KT leiðara tlf. +298 234689 / teldupost bjafr@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 04.04.2025.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.