Logo

Ph.d.-lesandi til verkætlan um umhvørvisdálking og fruktbæri

Heilsugranskingareindin í Sjúkrahúsverkinum søkir eftir ph.d.-lesandi til verkætlan um umhvørvisdálking og fruktbæri.

Um verkætlanina
Dálkingarevnir, so sum PFAS, hava víst seg at hava fleiri negativ árin á heilsuna hjá fólki og eru m.a. undir illgruna at ávirka okkara nøringarevni. Fruktbærið hjá menniskjum kring heimin er fallandi, eisini í Føroyum. Kanningar benda á samband millum PFAS-eksponering og fruktbæri, men enn eru sera fáar kanningar, og tær vísa ósamsvarandi úrslit. Harumframt vita vit enn minni um ávirkanina av PFAS-eksponering í móðurlívi á fruktbærið. Endamálið við ph.d.- verkætlanini er at kanna, um fruktbærið ávirkast av útsetilsi fyri PFAS frá móðurlívi til vaksnalívið. Í hesi verkætlan fara vit at brúka dáta frá kohortu 1, sum eru fylgd síðani 1986 við kliniskum kanningum og við PFAS-eksponering við føðing og í aldrinum 7, 14, 22 og 28 ár. Ein endurkanning er júst farin í gongd, nú tey nærkast 40 árum, og her verður teirra fruktbæri mett.  

Hendan ph.d.- verkætlanin verður framd í samstarvi við granskarar á Syddansk Universitet, Københavns Universitet og Harvard University og er stuðlað við fígging frá Den Frie Forskningsfond, https://dff.dk/hvad-har-vi-stoettet/se-oversigt-over-stoettet-forskning/?GoCaseId=4308-00199A&Bevilling.TitelDK=pfas%20fertilitet&page=1

Um starvið
Starvið fer at geva einum ph.d.-kandidati høvi til spennandi fakliga menning og útbúgving í tøttum samstarvi við føroyskar og altjóða granskarar. 

Sum ph.d.-lesandi skalt tú standa fyri dagliga verkætlanararbeiðinum í tøttum samstarvi við granskingartoymið handan kanningina. Tínar uppgávur verða m.a. at

  • luttaka í kanningum av luttakarum
  • fremja dátureinsing, samankobling av dátum og hagtalsgreiningar
  • vera við í umsóknum um granskingarstuðul
  • miðla umvegis vísindaligar greinar, ráðstevnuluttøku, og fjølmiðlar
  • luttaka á ph.d.-skeiðum og at enda taka saman um arbeiðið í ph.d.-ritgerð 

Førleikakrøv
Umsøkjarin verður mettur eftir fakligum førleikum og motiveraðu umsóknini. Umframt hetta verða umsøkjarar eisini mettir eftir øðrum førleikum og royndum til sjálvstøðugt at fullføra eina ph.d.-útbúgving. 

Umsøkjarin skal:

  • hava kandidatútbúgving  innan medisin, heilsuvísind, náttúruvísind ella hagfrøði
  • hava góðar førleikar at arbeiða bæði sjálvstøðugt og sum partur av bólki
  • hava áhuga, hegni og/ella royndir innan hagfrøðiligar analysur
  • kunnleiki til R ella onnur hagfrøðilig forrit og royndir innan gransking er ein fyrimunur
  • skal duga at arbeiða systematiskt og sjálvstøðugt
  • hava góðar analytiskar og akademiskar førleikar
  • vera før/-ur fyri at samskifta sannførandi bæði skrivliga og munnliga
  • vera før/-ur fyri at skriva á føroyskum og enskum

Heilsugranskingareindin
Tú verður partur av granskingarbólkinum á Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum, og Maria Skaalum Petersen, professari og leiðari á Heilsugranskingareindini, verður tín høvuðsvegleiðari. Hjávegleiðarar hava bakgrund í fertiliteti, PFAS og statistikki. Á Heilsugranskingareindini leggja vit dent á at hava eitt gott útbúgvingar- og arbeiðsumhvørvi. Samstundis fremja vit gransking á høgum altjóða støði við samstarvsfeløgum bæði innanlands og uttanlands. 

Setanartreytir
Starvið sum ph.d.-lesandi ynskist at verða sett 01.05.2025 ella skjótast gjørligt hereftir. Starvið er fulltíðarstarv og avmarkað til 3 ár. Starvið hevur við sær innskriving sum ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetri Føroyar og setan í Sjúkrahúsverkinum. Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelagið. 

Umsókn
Umsóknin skal innihalda:

  • upplýsingar um tína fakligu og yrkisligu bakgrund, royndir og motivatión fyri at søkja júst hetta starvið 
  • CV og avrit av próvskjølum og viðmælum
  • samanumtøku av høvuðsritgerð/masterritgerð
  • yvirlit yvir møguliga útgivnar greinar

Nærri upplýsingar um starvið og verkætlanina fáast við at venda sær til leiðaran á Heilsugranskingareindini, Mariu Skaalum Petersen, á marsk@ls.fo ella +298 216695.

Umsóknarfreistin er 22.04.2025. 

Vinarliga søk starvið her.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.    

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós