Klaksvíkar Sjúkrahús

PKU screening fyri CTD

Hetta er ein eyka blóðroynd fyri CTD (Carnitin Transporter Defekt).

Fyri at tryggja, at CTD-kanningin av nýføddum er so álítandi sum til ber, fáa allir nýføðingar tilboð um eyka blóðroynd 4 vikur eftir føðing fyri at kanna karnitininnihaldið í blóðinum.

Orsøkin til hesa endurkanning er, at karnitininnihaldið í blóðinum hjá nýføðingum kann vera ávirkað av karnitininnihaldinum hjá mammuni, tá vanliga PKU-royndin verður tikin 2-3 dagar eftir føðing. Tað er tí ein ávísur vandi fyri, at vanliga PKU-royndin ikki megnar at staðfesta CTD hjá nýføðingi.

Ávirkanin frá mammuni hvørvur eftir nøkrum vikum, og er nýggja skipanin við eyka blóðroynd eftir 4 vikum sett í verk fyri at tryggja, at øll børn, sum hava CTD, fáa staðfest sjúkuna, so tey kunnu fáa rætta heilivágin við karnitinískoyti.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Áðrenn farið verður av føðideildini, verður blóðroyndarseðil útflýggjaður tykkum. Tað er ikki neyðugt at bíleggja tíð. Tit kunnu bara koma á Rannsóknarstovuna á Landssjúkrahúsinum, Klaksvíkar- ella Suðuroyar sjúkrahúsi umleið 4 vikur eftir føðing. 

Undir kanning

Barnið verður prikað í halin.

Eftir kanning

Nýggja blóðroyndin verður send til Keypmannahavnar til kanningar. Um staðfest verður óvanliga lágt karnitininnihald, fáa tit beinleiðis boð frá lækna um at koma til nærri kanningar á Landssjúkrahúsinum.

Samband

Deild

Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 1, stovuhædd

Leiðandi starvsfólk

Bára Skaale Klakstein
bara@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós