Blóðroynd av børnum
Upplivingin av at taka eina blóðroynd skal vera so góð sum gjørligt fyri barnið. Okkara ynski er, at barnið fær eina jaliga uppliving, tá tað kemur á sjúkrahús, eisini um tað skal prikast.
Um barnið er sera bangið, eiga foreldrini/avvarðandi kortini at siga barninum frá frammanundan, hvat skal fara fram. Tað er eisini gott hjá okkum at fáa at vita, hvørjar tankar barnið hevur gjørt sær, soleiðis at vit møta barninum, har tað er.
Fyri at barnið kann taka blóðroynd ella hjartamynd (EKG), ella um tað skal lata landroynd ella líknandi til kanningar á Rannsóknarstovuni, krevst ávísing frá lækna.
Blóðroyndir og EKG verða tikin í ambulatoriunum á øllum trimum sjúkrahúsunum umframt á summum læknamiðstøðum kring landið. Upplatingartíðirnar síggjast á flestu blóðroyndarseðlum og á heimasíðunum hjá sjúkrahúsunum.