Blóðroynd av børnum
Upplivingin av at taka eina blóðroynd skal vera so góð sum gjørligt fyri barnið. Okkara ynski er, at barnið fær eina jaliga uppliving, tá tað kemur á sjúkrahús, eisini um tað skal prikast.
Um barnið er sera bangið, eiga foreldrini/avvarðandi kortini at siga barninum frá frammanundan, hvat skal fara fram. Tað er eisini gott hjá okkum at fáa at vita, hvørjar tankar barnið hevur gjørt sær, soleiðis at vit møta barninum, har tað er.
Fyri at barnið kann taka blóðroynd ella hjartamynd (EKG), ella um tað skal lata landroynd ella líknandi til kanningar á Rannsóknarstovuni, krevst ávísing frá lækna.
Blóðroyndir og EKG verða tikin í ambulatoriunum á øllum trimum sjúkrahúsunum umframt á summum læknamiðstøðum kring landið. Upplatingartíðirnar síggjast á flestu blóðroyndarseðlum og á heimasíðunum hjá sjúkrahúsunum.
Nærri kunning um kanning
Innan kanning
Flestu børn hugsa einfalt og konkret, tí hevur tað týdning at kunna barnið stutt og greitt um, hvat skal fara fram. Ikki lova nakað, tú ikki kanst halda.
Um tit hava fingið boð um at vera fastandi, skulu tit hugsa um fylgjandi:
- Barnið má ikki hava etið ella drukkið í minsta lagi 8 tímar, áðrenn royndin
verður tikin. - Barnið skal taka heilivág sum vanligt, um læknin ikki hevur givið boð um
annað.
Um tit hava fingið ávísing til kanning av landi, eigur vegleiðing at fylgja við, har tað stendur, um tað skal vera ein vanlig landroynd, ella um landroyndin skal samlast yvir t.d. eitt døgn. Um tit ikki hava fingið glas ella dunk heim við, kann hetta keypast á apotekinum. Vit taka einans ímóti landroyndum í íløtum til endamálið.
Undir kanning
Barnið kann fáa staðdoyving (EMLA- plástur/krem) á armin. Plástrið virkar soleiðis, at húðin sovnar, so barnið ikki merkir prikið. Plástrið kann keypast á apotekinum. Børn 0-2 mánaðir kunnu í mesta lagi fáa 1 plástur, t.v.s. bert á annan armin, og børn 3-11 mánaðir í mesta lagi 2 plástur. Umráðandi er at fylgja nýtsluleiðbeiningini, sum fylgir við
pakkanum.
Plástrið skal sita á í minsta lagi 1 tíma, fyri at doyvingin skal rigga. Plástrið skal takast av 15-30 minuttir, áðrenn blóðroyndin verður tikin. Doyvingin virkar í minsta lagi 1 tíma eftir, at plástrið er tikið av.
Eftir kanning
Øll svar upp á kanningarnar verða send til læknan. Avtalast kann við læknan, hvussu og nær tit kunnu fáa svarið. Umráðandi er, at tit sjálvi syrgja fyri at fáa svarið, t.v.s. bíðið ikki, til læknin gevur boð.
Samband
Deild
Rannsóknarstovan á Klaksvíkar SjúkrahúsiLeiðandi starvsfólk
Bára Skaale Klaksteinbara@ks.fo
Hent kunning
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.
Blómur
Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.
Internet
Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking.