Landssjúkrahúsið

Blóðroynd av børnum

Upplivingin av at taka eina blóðroynd skal vera so góð sum gjørligt fyri barnið. Okkara ynski er, at barnið fær eina jaliga uppliving, tá tað kemur á sjúkrahús, eisini um tað skal prikast. 

Um barnið er sera bangið, eiga foreldrini/avvarðandi kortini at siga barninum frá frammanundan, hvat skal fara fram. Tað er eisini gott hjá okkum at fáa at vita, hvørjar tankar barnið hevur gjørt sær, soleiðis at vit møta barninum, har tað er.

Fyri at barnið kann taka blóðroynd ella hjartamynd (EKG), ella um tað skal lata landroynd ella líknandi til kanningar á Rannsóknarstovuni, krevst ávísing frá lækna.

Blóðroyndir og EKG verða tikin í ambulatoriunum á øllum trimum sjúkrahúsunum umframt á summum læknamiðstøðum kring landið. Upplatingartíðirnar síggjast á flestu blóðroyndarseðlum og á heimasíðunum hjá sjúkrahúsunum.

Nærri kunning um kanning

Innan kanning

Flestu børn hugsa einfalt og konkret, tí hevur tað týdning at kunna barnið stutt og greitt um, hvat skal fara fram. Ikki lova nakað, tú ikki kanst halda. 

Um tit hava fingið boð um at vera fastandi, skulu tit hugsa um fylgjandi:

  • Barnið má ikki hava etið ella drukkið í minsta lagi 8 tímar, áðrenn royndin
    verður tikin.
  • Barnið skal taka heilivág sum vanligt, um læknin ikki hevur givið boð um
    annað.

Um tit hava fingið ávísing til kanning av landi, eigur vegleiðing at fylgja við, har tað stendur, um tað skal vera ein vanlig landroynd, ella um landroyndin skal samlast yvir t.d. eitt døgn. Um tit ikki hava fingið glas ella dunk heim við, kann hetta keypast á apotekinum. Vit taka einans ímóti landroyndum í íløtum til endamálið.

Undir kanning

Barnið kann fáa staðdoyving (EMLA- plástur/krem) á armin. Plástrið virkar soleiðis, at húðin sovnar, so barnið ikki merkir prikið. Plástrið kann keypast á apotekinum. Børn 0-2 mánaðir kunnu í mesta lagi fáa 1 plástur, t.v.s. bert á annan armin, og børn 3-11 mánaðir í mesta lagi 2 plástur. Umráðandi er at fylgja nýtsluleiðbeiningini, sum fylgir við
pakkanum.

Plástrið skal sita á í minsta lagi 1 tíma, fyri at doyvingin skal rigga. Plástrið skal takast av 15-30 minuttir, áðrenn blóðroyndin verður tikin. Doyvingin virkar í minsta lagi 1 tíma eftir, at plástrið er tikið av.

Eftir kanning

Øll svar upp á kanningarnar verða send til læknan. Avtalast kann við læknan, hvussu og nær tit kunnu fáa svarið. Umráðandi er, at tit sjálvi syrgja fyri at fáa svarið, t.v.s. bíðið ikki, til læknin gevur boð.

Samband

Deild

Rannsóknarstovan á Landssjúkrahúsinum
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
Bygningur G, Hædd 0

Leiðandi starvsfólk

Birita K. Samuelsen
birje@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós