Føðsluatstøðari til barsilsfarloyvisstarv á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Brennur tú fyri at gera góðan og føðslurættan mat, er tað møguliga tær vit leita eftir.
Køkurin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi søkir eftir einum føðsluatstøðara til barsilsfarloyvisstarv, frá 01.04.2025 til 31.05.2026. Arbeiðstíðin er 36 tímar um vikuna. Arbeitt verður frá kl. 7.00 til 15.00.
Vit leggja okkum eftir at veita góða tænastu og kostrøkt til øll okkara viðskiftafólk. Vit framleiða mat til eina sjúklingadeild, røktarheim, sambýli og dagtilhald, heimabúgvandi pensionistar, kantinu, fundir og annað virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Arbeiðsuppgávur eru í høvðusheitum:
matframleiðsla, herundir fyrireiking, planlegging og pakking
fremja innaneftirlit, vørumóttøka o.a
daglig reingerð, upprudding og uppvask
borðreiðing fyri sjúklingum, tá brúk er fyri tí
samstarva við starvsfelagar, vera við til at menna tilfar, uppskriftir o.a., sum stuðlar undir at vit kunnu veita góða kostrøkt og tænastu.
Førleikarkrøv:
prógv sum føðsluatstøðingur (ernæringsassistent) ella líknandi kostfakliga útbúgving.
starvsroyndir frá stovnskøki og diætarbeiði kann vera ein fyrimunur
góðar KT-førleikar
góð samstarvs- og samskiftisevni
hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði
ert arbeiðssom/samur og nærløgd/-lagdur og hevur evni til at raðfesta
ert kreativ/-ur og dugir at síggja møguleikar.
Vit bjóða:
ein fakligan spennandi gerandisdag saman við dugnaligum og fittum starvsfelagum.
eisini bjóða vit eitt arbeiðspláss, har tað er vítt til veggja og rúmd fyri nýhugsan og nýskapan.
Løn og setanartreytir smb. sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Kost- og føðslufelagið.
Nærri fæst at vita um starvið, við at venda sær til Nicolinu Jacobsen, leiðara í køkinum, á telefon 404581 ella á teldupostadressu: nicolina@ks.fo.
Umsókn, saman við CV og prógvum, skal sendast við telduposti til: umsokn@ks.fo.
Umsóknarfreistin er 17.02.2025.
Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál. Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.