10 Medisinsksongjadeild 6

Sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og lesandi til summarfrítíðarstørv á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir frítíðaravloysarum at arbeiða í skiftandi vaktum á seingjardeildini KS3 í tíðarskeiðnum 01.06.2025 til og við 31.08.2025. 

Førleikakrøv: 
 prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari ella um tú ert lesandi 
 dirvi, góð samstarvsevni og fleksibilitet 
 fakligan áhuga innan økini 
 eitt opið og jaligt sinni 
 góðan telduførleika. 

Vit bjóða:
 eitt ábyrgdarfult, avbjóðandi, sjálvstøðugt og fjøltáttað starv 
 vit hava fokus á toymisarbeiði, ynskja ein jaligan hugburð, sum ávirkar trivna og góða sjúklingagongd. 
 
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag. 

Um tú ynskir at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við deildarleiðara, Ingrid Petersen tlf. 265935, ella teldupost: ingpe@ks.fo.

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo.

Umsóknarfreistin er 17.02.2025.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál. Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós