Frítíðaravloysarar til Suðuroyar Sjúkrahús
Suðuroyar Sjúkrahús søkir eftir frítíðaravloysarum fyri:
• sjúkrarøktarfrøðingar á seingjadeildini í tíðini 15. juni – 31. august
• sjúkrarøktarfrøðingar á skurðdeildini í tíðini 27. juni – 14. september
• anæstesisjúkrarøktarfrøðingar í tíðini 16. juni – 14. september
• Radiografar í tíðini 30. juni -3. august
• læknaskrivarar í juli og august
• bioanalytikarar í tíðini 1. juli – 15. august
• starvsfólk á vaskarínum í juni, juli og august
• reingerðarfólk á ymsu deildunum í juni, juli og august
• køkshjálparar í tíðini 23. juni – 18. august.
Skrivlig umsókn við CV og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til starv@ssh.fo
Umsóknarfreist: 14. februar 2025.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
Tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús her og um okkara visjón, missión og strategimál her.