5 Endurvenjingergoterapi 8

Fysioterapeutur og psykomotoriskur terapeutur til barsilsfarloyvisstørv á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru 22 seingjarpláss, harav ein rehabiliteringsdeild við 9 seingjarplássum. Á ergo- og fysioterapideildini starvast 14 fólk; 2 ergoterapeutar, 8 fysioterapeutar, 1 heilsurøktari, 1 psykomotoriskur terapeutur, neurosálarfrøðingur og logopedur. Bandagisttænastan Sahva er eisini knýtt at deildini.

Ergo- og fysioterapiin skipar, saman við seingjardeild, rehabilitering til innlagdar sjúklingar, og uppfylgjandi rehabilitering eftir tørvi. Umframt hetta eru ymisk viðgerðartilboð staðsett á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so sum venjing til børn við CP ella øðrum kropsligum avbjóðingum, rehabilitering til fólk við seinheilaskaða, giktasjúkum, sclerose, endurvenjing eftir skurðviðgerð, so sum hondkirurgi og ortopedkirurgi sum heild. 

Søkt verður eftir 1 fysioterapeuti í eitt barsilsfarloyvisstarv í starvsbrøk 1,0 ella eftir nærri avtalu fyri tíðarskeiðið 1. mars 2025 til 31. okt. 2025.

Førleikakrav:
 góðkenda útbúgving og autorisatión sum fysioterapeutur.

Vit vænta, at tú: 
 hevur holla vitan og kunnleika um fakøkið
 dugir væl at samskifta í skrift og talu
 hevur góð evni at samstarva og samskipa, eisini tvørtur um fakøkir 
 hevur evnir at arbeiða sjálvstøðugt, í toymi og við bólkum
 ert álítandi, ábyrgdarfull/-ur og fyrikomandi 
 ert fleksibul og sært møguleikar framum forðingar
 hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum trivnaði og góðum arbeiðsumhvørvi.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Fysioterapeutfelag Føroya.

Søkt verður eftir 1 psykomotoriskum terapeuti ella ergo/fysioterapeuti í eitt barsilsfarloyvisstarv í starvsbrøk 0,75 fyri tíðarskeiðið 1. apríl 2025 til 31. mars 2026. 

Førleikakrav:
 góðkenda útbúgving og autorisatión innan fakøkið.

Vit vænta, at tú: 
 hevur holla vitan og kunnleika um fakøkið
 hevur áhuga at arbeiða innan medicinska økið
 hevur góð evni at samstarva og samskipa, eisini tvørtur um fakøkir 
 hevur evnir at arbeiða sjálvstøðugt, í toymi og við bólkum
 ert álítandi, ábyrgdarfull/-ur og fyrikomandi 
 ert fleksibul og sært møguleikar framum forðingar
 hevur ein hugburð, sum stuðlar undir góðum trivnaði og góðum arbeiðsumhvørvi.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi fakfelag.

Vit bjóða:
 eina væl útgjørda ergo- og fysioterapi, við fakligheit á høgum støði
 eitt dynamiskt arbeiðsumhvørvi
 eitt tvørfakligt umhvørvi
 eitt arbeiðsumhvørvi, ið setur prís uppá góðar sosialar relatiónir.

Ynskir tú at vita meira um størvini, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Benadictu Sólheim Ellingsgaard, leiðara, á telefon 235467, ella við telduposti benadicta@ks.fo.

Umsókn, saman við avriti av prógvi og CV, skal sendast til: umsokn@ks.fo.

Umsóknarfreistin er 17. febr. 2025.

Á heimasíðu okkara www.sjukrahus.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál. Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós